Home Fólk & Samfelag Úr tronga og tómgongd til vøkstur og vælferð

Úr tronga og tómgongd til vøkstur og vælferð

by OML

Upp á fá ár hava vit flutt okkum úr tronga og tómgongd til vøkstur og vælferð. Góða gongdin í búskapinum seinastu árini er høvuðsorsøkin til, at vit í hesum døgum kunnu hátíðarhalda, at vit eru fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Hetta er ein søguligur varði.

Exit Føroyar er vent til Enter Føroyar. Vit eru nú yvir 50.000 fólk í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Fyri bara fáum árum síðani setti hugtunga hugtakið Exit Føroyar dagsskránna. Við ein munn varð sagt, at vit taptu kappingina við útheimin um okkara ungu. At vit taptu kappingina um útbúgving, um bústaðir, og um spennandi størv.

Tað gera vit ikki longur.

Hugtakið “Exit Føroyar” er um at hvørva. Fleiri av teimum, sum hava lisið ella starvast uttanlands, flyta nú heim aftur. Fleiri tilflytarar flyta til Føroya at búgva og at arbeiða. Fleiri børn verða fødd. Leingi er aldursbólkurin undir 40 ár bara minkaður, men nú eru broytingar at hóma, tí fleiri og fleiri ung leggjast afturat. Eisini er at gleðast um, at ójavnin í kynsbýtinum hevur rættað seg nakað.

Góða gongdin í búskapinum seinastu árini er høvuðsorsøkin til, at vit í hesum døgum kunnu hátíðarhalda, at vit eru fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Hetta er ein søguligur varði.

Upp á fá ár hava vit flutt okkum úr tronga og tómgongd til vøkstur og vælferð

Dýrabarasta tilfeingið

Fólkið er tað dýrabarasta tilfeingið, sum eitt og hvørt land hevur. Júst fólkið er ofta avgerandi fyri møguleikarnar hjá einum landi at standa seg væl. Okkara fólkagrundarlag er lítið, og hetta ger okkum enn meira viðbrekin, tá ið talan er um fólkaflyting.

Hyggja vit eftir okkara søgu, hava verið longri tíðarskeið, har at kalla eingin fólkavøkstur hevur verið. Frá umleið ár 1300 til 1600 búðu bara 3.500 fólk í Føroyum. Í heili 300 ár vaks fólkatalið ikki. Tá búleikaðust fleiri ættarlið á oyggjunum uttan at merkja nakran fólkavøkstur.

So gekk betri fyrst í farnu øld. Frá 1901 til 1950 vaks fólkatalið frá 15.000 til 32.000, sum er størsti fólkavøkstur, ið er skrásettur í Føroyum. Høvuðsorsøkin var, at nýggja fiskivinnusamfelagið vann frama við stórum vinnuligum framburði og einum útbygdum samferðslukervi.

Búskapargongdin og fólkatalið í Føroyum hanga óloysiliga saman. Tað hevur víst seg søguliga, at tá ið vit hava havt viðgongd í búskapinum í eina tíð, sæst hetta aftur í vaksandi fólkatali. Men okkara søga vísir eisini í ólukkumát, at tað øvugta eisini ger seg galdandi. Tá ið tað hevur gingið afturá í búskapinum, hava vit mist fólk av landinum í stórum tali.

Í løtuni er full ferð á føroyska samfelagnum. Búskaparvøksturin er stórur, útflutningurin veksur skjótt og arbeiðsloysið er lágt.

Loksins er eitt avlop í landshúsarhaldskassanum. Samgongan hevur vent hallinum á fíggjarlógini til eitt trivaligt avlop. Eftir ætlan veksur avlopið komandi árini. Trivaliga avlopið kemst av, at samgongan hevur hildið aftur, nú stórur búskaparvøkstur er í Føroyum. Tað hava vit ikki altíð gjørt. Og kreppurnar komu, tí ábyrgdarloysi valdaði í góðum tíðum. Læra vit ikki av mistøkunum í fortíðini, er skjótt at endurtaka tey í framtíðini.

Tað er sera týdningarmikið, at vit í góðum tíðum styrkja búskapin, so vit hava fíggjarliga styrki til framtíðar búskaparliga mótgongd. Hetta krevur, at vit halda aftur og økja avlopið hjá landinum í góðum tíðum. Tað raðfestir landsstýrið frammarlaga.

Stórar avbjóðingar

Góða gongdin í løtuni má kortini ikki fáa okkum at seta okkum afturá. Vit hava framvegis stórar avbjóðingar.

Ein sera trýstur bústaðarmarknaður er helst størsta einstaka avbjóðing beint nú. At fleiri og fleiri flyta heim økir tørvin á bústøðum. Bústaðartørvurin er ovurstórur í stórum pørtum av landinum. Skulu vit tryggja varandi fólkavøkstur, trivna og búskaparvøkstur er alneyðugt at fáa til vega fleiri bústaðir sum skjótast. Serliga eru tað leigubústaðir til rímiligan kostnað, lestrarbústaðir og vardir bústaðir, ið vit mugu leggja okkum eftir at útvega.

Vit byggja í løtuni fleiri lestraríbúðir, men tørvurin er stórur á fleiri øðrum økjum. Í ár koma væntandi 95 leigubústaðir afturat, umframt at Bústaðir ætlar at yvirtaka 52 lestrarkømur frá sjálvognarstovnum. Nýggi møguleikin hjá Bústøðum at útskriva lánsbrøv letur eisini upp fyri møguleikanum at byggja enn meira, og talið á leigubústøðum verður tilsamans umleið 300 í 2017.

Hyggja vit nøkur ár fram, verður vaksandi talið av eldri í mun til tal av teimum yngru ein risa stór avbjóðing. Og hon endurspeglar eisini raðfestingarnar hjá samgonguni komandi árini. Vit mugu syrgja fyri, at tað verður so gott at búgva í Føroyum, at tey ungu ikki vilja búgva nakra aðra staðni. Og fleiri grundleggjandi fet eru tikin.

Hartsperdu barnafamiljurnar hava fingið ein tiltrongdan skáa, nú barsilsfarloyvið er longt, barnafrádrátturin til børn undir skúlaaldur er hækkaður og familjuískoyti er sett í verk. Næsta fet er at hækka barnsburðarfarloyvið upp í eitt ár.

Dreymurin um útbúgving er í dag týdningarmeiri enn nakrantíð. Megna vit ikki at møta dreymunum hjá okkara ungu, so rýma tey til onnur lond fyri at fylgja dreyminum. Eitt av fremstu málunum hjá samgonguni er at skapa fólkavøkstur, tí jú fleiri og fjølbroyttari vit eru, jú sterkari eru vit. Hvør einasti føroyingur ger mun. Tí mugu vit nøkta tørvin á útbúgvingartilboðum, so okkara ungu velja Føroyar.

Tey lesandi hava eisini fingið betri umstøður. Fleiri nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn, og einsamallir forsyrgjarar fáa nú lestrarstuðul alt árið. Næsta fet er, at øll, ið eru undir hægri lesnaði, fáa lestrarstuðul alt árið og enn fleiri nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn.

Allir útlendingar í landinum skulu kenna seg hjartaliga vælkomnar. Seinastu árini er talið av tilflytarum vaksið, har nógv festa røtur og gifta seg við føroyingum. Tey eru eitt týdningarmikið íkast til samfelagið. Tørvurin á betri integratión er stórur. Vit skulu gera alt, vit kunnu, fyri at fáa tilflytarar at gerast partur av samfelagnum so skjótt og væl sum til ber. Og skal tað eydnast, er neyðugt, at vit øll taka lógvatak saman: land, kommunur, felagsskapir og einstaklingar.

Tað er ógvuliga umráðandi, at teir útlendingar, ið flyta til Føroya, fáa høvi at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt. Tá ið vit eggja teimum til at vera við og virka í samfelagnum, fáa vit økt virknið í samfelagnum, og tað verður okkum øllum til stóran fyrimun. Tað er einki dulsmál, at málsligu førleikarnir eru ein lykil til eina væleydnaða integratión. Hóast nøkur fet eru tikin rætta vegin, so er neyðugt, at vit leggja enn meira fyri at tryggja eitt haldgott undirvísingartilboð í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri útlendingum, sum ikki duga norðurlendskt.

Allir krókar skulu við

Tað eru tíverri ikki øll økið í landinum, sum fáa lut í stóru framgongdini, ið eyðkennir okkara samfelag í løtuni. Fólkavøkstur er ikki kring alt landið. Serliga Suðurøkið hevur avbjóðingar.

Meðan mannamúgvan í Tórshavn økist hvønn dag, so berjist Suðurøkið við fráflyting. Tað skal eingin ivi vera um, at samgongan vil arbeiða miðvíst fyri at stimbra lív og virksemi kring alt landið.

Framgongdin má í størri mun koma øllum landinum til góðar. Nøkur ítøkilig stig eru tikin. Eysturoyar- og Sandoyartunlar verða framdir í verki, og tunnilstoymi verður sett í verk at fara undir smærru tunnilsverkætlanirnar kring landið. Ferðsluætlan fyri Vágoynna skal setast í verk. Farið verður undir ferðavinnuútbúgving í Vestmanna og listaútbúgving í Sandoy. Ítróttarháskúli í Vági, eftirskúli í Suðuroy og húsarhaldsskúli í Klaksvík skal byggjast, og miðnám á Kambsdali útbyggjast.

Vit halda á

Exit Føroyar. Hetta hugtakið var partur av okkara veruleika fyri fáum árum síðan. Føroyingar leita ikki longur í eins stóran mun av landinum, og tí nógv flyta aftur til Føroya. Tíbetur. Tey koma heim at byggja land saman við okkum, sum longu búgva her. Vit skulu tryggja, at vit hava eitt land, sum rúmar øllum – ikki minst teimum mongu útlendingum, sum velja at flyta til Føroya.

50.000 fólk er ein varði í okkara søgu.

Góðu gongdini eiga vit øll okkara lut í. Vinnan. Undanfarnar samgongur. Sitandi samgonga. Og ikki minst fólkið – kring alt landið – ið hevur skapt grundarlagið fyri, at gongdin er vend.

Nú mugu vit halda fast.

Tað gera vit við at føra ein skynsaman og skilvísan búskaparpolitikk.

Tað gera vit við áhaldandi at bjálva og brynja føroyska samfelagið til framtíðina.

Og tað gera vit við, at vit alla tíðina finna betri og smidligari loysnir soleiðis, at Føroyar framhaldandi fer at vera millum fremstu vælferðarsamfeløg í heiminum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.