3.9 C
New York
søndag, januar 24, 2021
Home Fólk & Samfelag Føroyar og ES fundast í Tórshavn um granskingarsamstarv

Føroyar og ES fundast í Tórshavn um granskingarsamstarv

Mentamálaráðið var vertur fyri fundi í samstarvsnevndini fyri granskingar-sáttmálan millum Føroya og ES.

Á fundinum varð umrødd luttøka Føroya higartil í Horizon 2020, ið er felags evropeiska rammuskráin fyri gransking. Tað vísir, at millum tey yvir 40 luttakandi londini í Horizon 2020 er Føroyar tað landið, sum lutfalsliga fær flest umsóknir játtaðar.

Sum dømi um góðu gongdina nevndu ES umboðini, at játtanir til føroyskar granskarar svara til 50 evrur fyri hvønn íbúgva, samanborið við miðal fyri ES limalondini, ið er 41 evrur.

Komið er nú hálvvegis í tíðarskeiðinum fyri Horizon 2020 (2014-2020) og ES kervið er við at leggja  karmar og raðfestingar fyri seinni helvtina. Føroyska sendinevndin legði dent á týdningin av at varðveita eina greiða áherðslu á gransking og nýskapan innan havtilfeingi. ES umboðini gjørdu vart við, at fleiri ótroyttir møguleikar eru hjá Føroyum at gagnnýta, serliga fyri smærri fyritøkur og stuðul til flytføri hjá granskarunum, bæði til og úr Føroyum.

Mentamálaráðið, 21. mars 2017

- Advertisment -

Most Popular

Dj Dark – Chill Vibes

Seneste kommentarer