Óskilligt anti-trust, rættindi á uppboðssølu, bann móti útlendskum kapitali, avmarkingar fyri avreiðing uttanlands, skeivar umrokningar frá døgum til kvotur, ógreiðar reglur, villar heimildir til politikarar — skal vinnan skutlast?

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).
Sjáldan um nakrantíð man, av politiskum brimbrotum, hava leikað so hart á bulin í føroyskari fiskivinnu. Allastaðni frá hoyrist alarmur um eitt ófantaligt lógarsmíð sum herfyri varð lagt alment fram undir heitinum “Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” — ein fløkjaligur orðastreymur um straff, spennitroyggjur og seyðbond fyri tey ið fáast við fiskivinnu og, í sama andadrátti, upplegg til glíðandi hálar, markleysar og ógjøgnumskygdar heimildir fyri ein landsstýrismann.