1063 hava søkt á miðnám í ár

0
526

Seinastu árini hevur talið á umsøkjarum til miðnáms-útbúgvingarnar verið minkandi. Síðani 2014 er talið minkað við til samans 205 umsøkjarum, hetta svarar til 16 prosent. Í mun til 2016 eru 122 færri umsøkjarar, hetta svarar til 10 prosent.

Eins og undanfarin ár eru genturnar í meiriluta, tær umboða 54 prosent av umsøkjarunum.

Minkingin í umsóknartalinum rakar serliga yrkisútbúgvingarnar, har minking er í øllum útbúgvingunum uttan í heilsuútbúgvingini.

Harafturímóti sæst ein lítil vøkstur samanumtikið í teimum gymnasialu útbúgvingunum, har áhugin er størstur fyri at fara á hugbreyt og náttúrubreyt. Áhugin fyri at fara á fyrireikingarbreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt er tó minkandi.

Mynd: lv.fo