Home Tíðindir Útflutningurin 775 mió. kr. og innflutningurin 560 mió. kr. í januar

Útflutningurin 775 mió. kr. og innflutningurin 560 mió. kr. í januar

by OML

Útflutningurin í januar í ár var 775 mió . kr., tað eru góðar 100 mió. fleiri enn í januar í fjør. Meginpartin av hesum vøkstri eiga makrelur, sild, laksur og toskur.

 


Innflutningurin í januar í ár var 559 mió. kr., tað eru 19 mió. meir enn í januar í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 83 mió. kr.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.