Nógv hendir á dagstovnaøkinum

0
711

Samstundis sum vit hava framt eina skjóta dagstovnavíðkan við nýggju eindini til íalt 40 børn afturat í útibarnagarðinum Fjallafípan, so fer býráðið á fyrst komandi býráðsfundi at seta ein byggiskrásbólk at fyrireika ein nýggjan dagstovn í Klaksvík, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.

– Tað má vera ógvuliga sjáldan, at ein nýggj dagstovnaeind verður útvegað so skjótt, sum tað er eydnast okkum í sambandi við útibarnagarðin Fjallafípan, heldur Beinta Klakstein, nevndarforkvinna, sum fríggjadagin var á staðnum og hugdi at teimum snotuligu og rúmligu skálunum, sum nú eru settar saman til hesa nýggju eindina í Fjallafípuni í nátturuvakra umhvørvinum úti í Grøv.

– Sum forkvinna fyri trivnaðarøkið børn & ung gleðist eg um, at tað hendir nógv á dagstovnøkinum í kommununi í løtuni. Fyrst og fremst er tørvurin á plássum øktur sera nógv seinastu tíðina, og tí samtykti undanfarna býráð at víðka um Fjallafípuna við 40 plássum við eini skjótari loysn við liðugt innrættaðum skálum, sum eru framleiddir í Danmark.

Ansingartrygd í Klaksvíkar kommunu

Hesa vikuna vórðu skálarnir fluttir av Norðhavnini út í Grøv og eru nú um at verða klárir at taka í brúk, og forkvinnan heldur, at tað er sera hugtakandi at síggja, hvussu skjótt og væl úr hondum hetta er greitt.

– Hetta má sigast at vera ein sera bílig, skjót og góð loysn og ikki minst er góðskan sera góð. Eisini kunnu vit nú siga, at vit liva upp til tað sum vit sum kommuna lova, nevniliga at tað ikki er bíðilisti til at sleppa á stovn í Klaksvík.

Byrja nú at fyrireika nýggjan dagstovn

– Nú er eisini sett út í kortið at fara í gongd við at byggja nýggjan dagstovn, og her kann eg eisini gleðast um, at nú verður ein bólkur mannaður til at gera byggiskrá. Málið verður lagt fyri fyrst komandi býráðsfund.

– Miðað verður ímóti, at arbeiðið við byggiskránni verður gjørt liðugt í ár, soleiðis at arbeiðið at fyrireika sjálva byggingina kann fara í gongd í 2018.

– Ongin ivi er um, at nakrir av verandi stovnum ikki eru í nóg góðum standi og ikki eru nóg tíðarhóskandi. Bert tann eini bygningurin er bygdur til endamálið og tí er tað eisini gleðiligt at hetta verður sett í verk, heldur Beinta Klakstein.