24.FO
Home Fólk & Samfelag 350 løntakarar fleiri seinasta hálva árið

350 løntakarar fleiri seinasta hálva árið

Í desember í fjør vóru 25.696 løntakarar, árstíðarjavnað, og er hetta sjeyndi mánaður á rað við vøkstri. Síðan 2014 hevur tað verið javnur vøkstur at kalla hvønn mánað, og seinastu trý árini eru lagstir eini 2.000 løntakarar aftrat.

 

Í 2016 var lítil støðgur í vøkstrinum á vári, men síðani hevur vøksturin verið ein tann størsti seinasti trý árini. Seinasta hálva árið eru 350 løntakarar fleiri komnir aftrat.

Tað vóru flest løntakarar á páskum 2008, beint yvir 26.000, og framvegis vænta eini 300 í at náa tann toppin aftur. Við verandi gongd verður tað tó upp undir summarfrítíðina, at tað aftur verða yvir 26.000 løntakarar í Føroyum.

 

Byggivinnan ber størsta vøksturin í løntakaratalinum

Tað er áhugavert at hyggja eftir, hvat er orsøkin til vøksturin í løntakaratalinum. Eitt index á gongdina í høvuðsvinnubólkum (sí niðanfyri) vísir, hvussu gongdin er í einstøku bólkunum.

Fiski- og alivinna hava síðan 2004 havt eina minking í tali av løntakarum, men síðan 2011 hevur gongdin verið fløt. Allar seinastu tíðina hevur tó verið ein lítil framgongd aftur. Síðan 2004 er fiski- og alivinnan minka ein góðan fjórðing og hevur ikki givið munagott ískoyti til vøksturin av løntakarum seinastu trý árini.

Byggivinnan harafturímóti vaks nógv frá 2004 til 2008, tá flest vóru í byggivinnuni. Tað var eitt langt fall fram til 2013, tá tað vóru 20% færri í byggivinnuni enn í 2004. Síðan tá hevur aftur verið stórur javnur vøkstur, og nú eru tað nakað fleiri í byggivinnuni enn í 2004.

Tænastuvinnurnar hava eina væl hóvligari gongd, har almennar tænastur vaksa við lágari ferð í øllum tíðarskeiðnum, meðan privatar tænastur vóru nakað merktar av fíggjarkreppuni, men har hevur eisini verið javnur lágur vøkstur seinastu árini.

Orsøkin til at vøksturin í løntakarum hevur verið stórur síðsta hálva árið er, tí at allir høvuðsvinnubólkar ganga fram í løtuni, men orsøkin til vøksturin seinastu trý árini er, at serliga byggivinnan hevur havt trivaligan vøkstur, meðan tænastuvinnurnar hava lagt botnin.

Legg til merkis: myndin omanfyri  vísir ikki støddina á vinnugreinunum men ta ymisku ferðina, sum er í trendinum fyri hesar vinnugreinar, ið allar vóru settar til 100 1. jan. 2010.

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

- Advertisment -

Most Popular

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Politiet standser efterforskningen af mulig skattesvig i PF Betri

Færøernes Politi standser efterforskningen af mulig skattesvig i P/F Betri (tidligere EIK Banki) Færøernes Politi har i dag besluttet at standse efterforskningen i sagen mod...

Takið uppsøgnirnar aftur:

Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra? Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at...

Seneste kommentarer