Home VinnutíðindiFiskivinna Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn

Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn

by OML

Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni fast í aldumátarafortoyingarnar. Tveir mátarar eru festir í hvørja fortoying, ein niðri við botn og ein nakrar metrar undir vatnskorpuni. Tá Vørn heintar aldumátarar inn til viðlíkahald verða hitamátararnir lisnir á Havstovuni, og síðani settir á aftur fortoyingina tá aldumátararnir fara út aftur. Hetta vælvirkandi samstarvið gevur Havstovuni áhugaverdar upplýsingar um hitan og týdningarmikla lagbýtið í sjónum kring Føroyar.

 

Mátarin á botni á aldumátaranum sunnanfyri (‘S’ á mynd 1) máldi til dømis í august 2015 eina áhugaverda køling. Í tíðarskeiðnum 6-9. august minkaði hitin á botni brádliga knapt 3 stig, frá 8,0 oC til 5,2 oC samstundis sum hitin í vatnskorpuni ikki broyttist nakað serligt (mynd 2).Tað er sannlíkt, at ein tunga av køldum sjógvi úr Hetlandsrennuni varð førd inn á Landgrunnin hesar dagarnar og var orsøkin til kølingina av niðasta lagnum av sjógvi.

 

Hitamátingar frá aldumátarunum vestanfyri og sunnanfyri eru longu brúktar í vísindaligari grein sum varð kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Science” 30. januar, og sannlíkt er, at hitamátingarnar eisini verða brúktar í komandi greinum. Havstovan er sera glað fyri samstarvið við Landsverk og Vónina og takkar manningini á Brimli fyri at teir hjálpa okkum at fáa virðismiklar hitamátingar til vega.

 

Mynd 1

 

Mynd 2

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.