Loysnin, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú hevur lagt fram fyri Føroya Løgting, liggur á fleiri økjum sera tætt at tí heildarheilsuætlan, sum leiðslan fyri Klaksvíkar Sjúkrahús fyri stuttum legði fram í samstarvi við okkum í Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar kommunu. Einki er tó liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað er framvegis ikki heilt greitt í fyriliggjandi uppskoti, hvat landsstýriskvinnan ítøkiliga vil í leiðsluspurninginum. Tí ræður um, at Føroya Løgting við løgtingssamtykt slær fast við sjeytumma seymi, at vit varðveita tryggleikan um lokalu leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samstundis sum ein nútímans samansjóðing av øllum trimum sjúkrahúsunum verður sett í verk.
Við upplegginum til eina nýskipan fyri sjúkrahúsverkið hjá landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, nærkast vit málinum fyri einari loysn fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sum vit væl kunnu taka undir við, og sum tí langt um leingi kann leggja lok á áhaldandi – ofta neiligu – umrøðuna av, hvussu føroyska sjúkrahúsverkið eigur at verða skipað.
Tað hevur einki endamál at leggja upp til stríð fyri stríðið skyld. Her hugsi eg eitt nú um tær kreftir her í Norðoyggjum, ið bara síggja vandar í øllum loysnum og dagføringum, men eg hugsi líka so nógv um umhvørvið í og kring Landssjúkrahúsið, sum als ikki ynskja nakað Klaksvíkar Sjúkrahús. Hvørgin av hesum pørtum finnur nakrantíð nakra loysn, sum ber fram á leið fyri sjúkrahúsverkið samlað.
Alt ov ofta verður Klaksvíkar Sjúkrahús brúkt sum politisk amboð. Hetta órógvar bæði starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og øll okkum, sum búgva í Norðurøkinum og eru fegin um tær nógvu og sera góðu heilsutænasturnar, sum sjúkrahúsið bjóðar okkum. Hetta økir um tryggleikan og trivnaðin hjá norðoyingum, og ger tað meira lokkandi hjá nýggjum familjum at seta búgv her.
Liggur tætt upp at heildarheilsuætlanini
Eingin er meira uppsettur enn eg at stríðast fyri tí best hugsandi loysnini fyri Klaksvíkar Sjúkrahús sum ein væl virkandi og tryggan part av sjúkrahúsverki Føroya, men sjálvt stríðið er ikki eitt endamál í sær sjálvum. Málið má vera at røkka úrslitum.
Besta prógvið um hetta er Heildarætlanin fyri Heilsutænastur í Norðurøkinum, sum vit í leiðslunum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar kommunu í felag hava arbeitt hart og miðvíst við seinastu mánaðirnar við sterkari uppbakking frá Klaksvíkar Býráð, borgarstjórum og landspolitikarum í Norðurøkinum.
Á henda hátt hava vit stríðst ítøkiliga fyri at røkka nøkrum málum, og nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt sítt uppskot til skipan av heilsuverkinum á tingborð, er greitt, at hetta stríð okkara hevur ikki verið til fánýtis – vit hava vunnið fleiri sigrar.
Sjúkrahúsleiðslurnar verða varðveittar og samansjóðaðar
Tað er gott, at landsstýriskvinnan hevur slept tilmælinum um at skipa Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús undir leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, soleiðis sum menningarætlanin eitt skifti legði upp til.
Øll kenna vit søguna við menningarætlanini. Fyrst fingu vit at vita, at vit skuldu hava ein leiðslubólk, ið varð mannaður við stjórunum fyri øll trý sjúkrahúsini, síðani broytti íslendski serfrøðingurin støðu og segði, at tað skuldi vera ein stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini. Í dag kunnu vit staðfesta, at landsstýriskvinnan hevur í størri mun hildið seg til uppruna uppskotið, at skipa allar tríggjar leiðslur í eitt leiðslutoymi við einum felags, yvirskipaðum stjóra.
Sum borgarstjóri fegnist eg um, at landsstýriskvinnan hevur lurtað eftir tilmælinum frá einum samdum býráð í Klaksvík, øllum kommununum í Norðoyggjum og Fuglafjarðar- og Eysturkommunu.
Hetta vísir bara, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit konstruktivt og proaktivt siga, hvat vit vilja við sjúkrahúsverkinum, heldur enn at liggja í skotgrøvum. Hetta er tað, sum kann lyfta norður-eysturøkið og tryggja okkara borgarum bestu tænastu á heilsuøkinum.
Men sjálvandi er einki liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Tað er framvegis ikki heilt greitt í fyriliggjandi uppskoti, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at skipa leiðslurnar á sjúkrahúsunum, og tí ræður um, at Føroya Løgting við løgtingssamtykt slær fast við sjeytumma seymi, at vit varðveita tryggleikan um lokalu leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samstundis sum ein nútímans samansjóðing av øllum trimum sjúkrahúsunum verður sett í verk.
Varðveitt og økt virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Ongantíð hava vit verið so nær einari góðari loysn fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.
Eg fegnist um:
*At akutmóttøkan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður varðveitt
*At Klaksvíkar Sjúkrahús skal gera fleiri tilrættarlagdar skurðviðgerðir
*At Klaksvíkar Sjúkrahús skal gera fleiri optopædkirurgiskar viðgerðir og kikarakanningar
*At Klaksvíkar Sjúkrahús skal uppraðfesta endurvenjing av fólki við heilaskaða
*At 1870 skal samskipast við Klaksvíkar Sjúkrahús
*At viðgerðir og bíðilistar skulu samskipast við tí fyri eyga at brúka alt tilfeingið optimalt á øllum trimum sjúkrahúsum
Mest av øllum er tað mín vón, at tann mótstøða, sum eg í nógv ár havi merkt ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi við hesum fer at steðga. Tað er nevniliga ein fortreyt fyri, at samskipanin av øllum trimum sjúkrahúsunum, sum nú er sett út í kortið, skal eydnast.
Klaksvík, 3. mars 2017
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og løgtingsmaður