Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og samgongan hava lagt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at fremja fleiri leigubústaðir í Føroyum. Bústaðir fáa við uppskotinum loyvi at taka lán fyri 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv til íleggjarar í Føroyum ella við at taka lán frá stovnsligum íleggjarum í Føroyum – hetta er ein møguleiki, sum Bústaðir ikki hava havt áður.
Í dag verða 145 bústaðir leigaðir út av Bústøðum. Í 2017 koma væntandi 95 leigubústaðir afturat, og harumframt koma Bústaðir eftir ætlan at yvirtaka 52 lestrarkømur frá sjálvognarstovnum. Tilsamans verður talið á leigubústøðum umleið 300 í 2017.
Tørvurin á leigubústøðum er tó sera stórur. Bústaðir meta, at tað mangla 800-1.000 eindir í dag, men Andras Róin, stjóri á Bústøðum, metir, at til ber at fáa umleið 200 íbúðir fyri 250 mió. kr.
“Hetta er eitt sera positivt uppskot, tí í løtuni hava vit ikki gjaldføri at gera nýggjar avtalur. Og tað er spell, tí tørvurin er sera stórur. Vit hava nakrar ítøkiligar ætlanir, men vit bíða til uppskotið verður samtykt”, sigur Andras Róin.
Fleiri aktørar skulu við
200 leigubústaðir afturat verða helst enn fleiri, tí ynskið er at fáa fleiri aktørar við. Bústaðir ynskja í so stóran mun sum gjørligt at samstarva við aðrar partar til tess at fáa góðar og neyðugar leigubústaðir um alt landið.
“Bústaðartørvurin er ovurstórur í stórum parti av landinum. Skulu vit tryggja varandi fólkavøkstur, trivna og framhaldandi búskaparvøkstur er alneyðugt at fáa fleiri bústaðir tøkar sum skjótast. Serliga eru tað leigubústaðir til rímiligan kostnað, lestrarbústaðir og vardir bústaðir, ið ynskt verður at fáa fleiri av. Við hesum lógaruppskoti taka vit týðandi fet fyri at røkka málinum um at fjøltátta og útbyggja føroyska bústaðarmarknaðin”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Tað verður Landsbanki Føroya, sum fer at taka sær av og umsita fíggingina hjá Bústøðum.
Lógaruppskotið kann lesast her.