3.9 C
New York
lørdag, januar 16, 2021
Home Tíðindir Stytta teinarnar fyri at økja um møguleikarnar

Stytta teinarnar fyri at økja um møguleikarnar

RØÐA: Eysturoyartunnilin fer at lyfta alt okkara samfelag upp aftur longur fram. Tað heldur løgmaður, sum seinnapartin flutti fram røðu á Strondum, nú fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum er latið av.

Við Eysturoyartunlinum taka vit enn eitt risa fet inn í framtíðina. Nýggi undirsjóvartunnilin verður ein søguligur møguleiki til framburð fyri Føroyar og føroyingar. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni á Strondum seinnapartin, tá fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av.

“Enn einaferð stytta vit teinarnar fyri at økja um møguleikarnar í hesum landinum. Nú farleiðin millum fólkaríkastu økini í Føroyum verður stytt munandi, verður spennandi at síggja, hvørjir møguleikar fara at stinga seg upp. Hjá vanliga borgaranum. Hjá familjunum. Hjá mongu fyritøkunum. Hjá virknu ítróttarfeløgunum. Og hjá okkara ríka trúarlívi”, vísti løgmaður á.

Løgmaður segði seg vera persónliga sannførdan um, at Eysturoyartunnilin, sum so nógvar aðrar samferðsluútbyggingar gjøgnum tíðina, fer at lyfta alt okkara samfelag upp aftur longur fram.

”Hetta er einki minni enn eitt risa frambrot. Eitt frambrot, sum uttan iva fer at broyta bæði bústaðar- og arbeiðsmynstrið á meginøkinum. Eitt frambrot, sum fer at styrkja bæði kappingarførið og kappingina millum føroysku fyritøkurnar. Eitt frambrot, ið fer at hava ovurstóran týdning fyri føroyska búskapin”, segði Aksel V. Johannesen.

Lesið røðu løgmans her.

FAKTA: UM EYSTUROYARTUNNILIN

Eysturoyartunnilin er verkætlan, ið knýtir fólkaríkastu økini í landinum saman.

Eysturoyartunnilin verður 11,250 metrar langur. Har hann er djúpastur, er hann 189 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%. Teinurin frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Runavíkar verður 9,7 km og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km.

Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár.

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer