Home Fólk & Samfelag Broytingar á Søvnum Landsins

Broytingar á Søvnum Landsins

by OML

SØVN LANDSINS: Søvn Landsins, ið hevur virkað sum ein stovnur síðan 1. januar 2011, verður býttur sundur í tríggjar stovnar.

Fleiri grundleggjandi broytingar verða nú gjørdar á Søvnum Landsins. Tað hevur løgmaður gjørt av.

Ætlaðu broytingarnar byggja á eina heildarmeting hjá Løgmansskrivstovuni, ið seinastu vikurnar hevur hoyrt viðkomandi partar og gjøgnumgingið skriv og annað tilfar í málinum um at samanleggja Søvn Landsins.

Starvsfólkini á Søvnum Landsins eru fyrrapartin kunnað um broyttu viðurskiftini.

Savnsøkið býtast sundur

Søvn Landsins, ið hevur virkað sum ein stovnur síðan 1. januar 2011, verður býttur sundur í tríggjar stovnar. Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið verða aftur tveir sjálvstøðugir stovnar, meðan Tjóðsavn Føroya, ið fer at fevna um tað museala og antikvariska virksemið hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum, verður sett á stovn.

Sámal Tróndur Finnsson Johansen, sum nú er deildarleiðari á Landsskjalasavni, heldur fram sum stjóri sama stað. Starvið sum deildarleiðari fyri Landsbókasavnið verður broytt til stjórastarv og lýst leyst. Lýst verður somuleiðis eftir stjóra til Tjóðsavn Føroya skjótast tilber.

Bæði Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið fara framhaldandi at húsast í somu hølum, tey hava gjørt seinastu mongu árini. Ein hóskandi hølisloysn skal útvegast Tjóðsavninum sum skjótast.

Stjórin á Fróðskaparsetur Føroya

Í sambandi við avgerðina um at býta Søvn Landsins sundur í tríggjar stovnar, er semja gjørd við Andras Mortensen, stjóra á Søvnum Landsins, um, at hann fer í starv á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at starvast á Søgu- og samfelagsdeildini.

Andras Mortensen er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu á Fróðskaparsetri Føroya.

Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, er settur sum fyribils stjóri á Søvnum Landsins til nýggju leiðslurnar eru settar.

Síðan desember 2016 hevur Løgmansskrivstovan umsitið savnsøkið. Tað heldur hon á at gera eina tíð afturat.

UM SØVN LANDSINS

Søvn Landsins varð sett á stovn 1. januar 2011. Talan var um eina samanlegging av stovnunum Føroya landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini.

Í samgonguskjalinum stendur, at “Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt. ”

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.