Home Fólk & SamfelagPolitikkur Landsstýrið lítla virðing fyri íslendskari hjálp

Landsstýrið lítla virðing fyri íslendskari hjálp

by OML

Vit eiga at vísa virðing fyri einum glaðum gevara. At Poul Michelsen, landsstýrismaður og løgmaður geva íslendinum vátan vøttin, er lítið virðiligt.

Við skalvalopum á Flateyri og Suðavík í Íslandi, var innsavnan sett í gongd í Føroyum. Úrslitið var ein barnagarður í hvørjum stað. Tað vóru serliga føroyingar glaðir og stoltir um. Vit vístu brøðralag.

Tá fíggjarkreppan rakti Ísland hart, bjóðaðu føroyingar eitt lán upp á 300 mió. kr til Íslands. Ein dropi í havinum hjá teimum, men íslendingar vístu óendaligt takksemi. Vit vóru sanniliga glað, tí nú høvdu vit roynt, tað vit orkaðu.

Nú ódnir hava rakt Føroyar, er innsavnan farin fram í Íslandi. Svarið frá okkara landsstýrið er NEI-takk. Tryggingin dekkar, svarar landsstýrismaðurin. Men er tað rætt? Alt er ikki tryggja og øll kenna jú lítlu bókstavirnar hjá tryggingarfeløgunum.

Einum glaðum gevara skal vísast virðing. Hvat um óeydnan veruliga herjar okkum, hvat skulu okkara brøður i vestri gera? Taka kjansin og fáa enn ein vátan vøtt úr Føroyum? Haldi, at landsstýrið kundi borið seg meira virðiligt at og virðismett glaðar gevarar í vestri.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.