Tað er við gleði, at Norðurlandahúsið og BankNordik við hesum boða frá, at BankNordik verður høvuðusstuðul hjá Norðurlandahúsinum í 2017 og 2018.
Á Myndini:Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, og Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, skriva undir stuðulssáttmálan.
BankNordik verður sostatt ein virkin luttakari í kjarnutiltøkum hjá Norðurlandahúsinum, har dentur verður lagt á húsins endamál – at vera eitt livandi mentanarhús, ið bjóðar áskoðarum eina breiða norðurlendska skrá, har allar mentanargreinar fáa rúm at spretta.
Vit eru fegin um samstarvið, og eisini at BankNordik vísir eina mentanarliga ábyrgd, ið gagnar samfelagnum.
BankNordik og Norðurlandahúsið eru at kalla grannar í Tórshavn, og økir hetta um møguleikarnar um gagnnýtslu av hølum á ein nýhugsandi og skapandi hátt. Umframt stórfingna høvuðsæti bankans í Tórshavn, hevur BankNordik fimm deildir kring landið, sum skapa spennandi samstarvsmøguleikar. Hetta er eisini galdandi fyri deildirnar í Danmark og Grønlandi, sum kunnu grunda á eitt av málum Norðurlandahúsins – at vísa á føroyska mentan í Norðurlondum.
BankNordik og Norðurlandahúsið gleða seg til eitt spennandi samstarv, sum uttan iva setur í verk fleiri áhugaverd og týðandi tiltøk til alla familjuna næstu tvey árini.
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna: “Norðurlandahúsið hevur stóran týdning sum miðlari av norðurlendskari mentan og list, og avtalan gevur okkum møguleika fyri at stuðla hesum arbeiði, sum gagnar bæði føroyingum og ferðafólkum, ið leita sær til Føroya. Harumframt ynskja vit sum føroyskur peningastovnur við deildum í Danmark og Grønlandi at gagnnýta okkara støðu uttanfyri landoddarnar til at varpa ljós á og harvið stuðla føroyskari mentan og list uttanlands.”
Samstarvið verður skotið í gongd við einum fjølbroyttum tiltaki 21. -22. januar í Norðurlandahúsinum og BankNordik.