Home Fólk & Samfelag Játtanin til Trivnaðartænastuna í Almannaverkinum 2017

Játtanin til Trivnaðartænastuna í Almannaverkinum 2017

by OML

Tá ið ført verður fram, at Trivnaðartænastan í Almannaverkinum ikki hevur fingið dagførda játtan í 2017 og at 4 milliónir til lønir íresta, so er hetta ikki rætt.

Hyggja vit at játtanini í 2016 vóru umleið  236 mió. kr. játtaðar á upprunaligu fíggjarlógini í 2016 til lønir hjá Trivnaðartænastuni. Síðani varð latin eykajáttan á umleið 4 mió. kr. Íalt var játtanin til lønir  umleið 241 mió. kr. í 2016 til Trivnaðartænastuna.

Fyritreytin á fíggjarlógini er nominel lønarframskriving á 1,43% í 2017. Lønarframskrivingin á 1,43% er roknað sum ¾ av 1,9%, við tað, at almennu sáttmálalønirnar hækkaðu 1. oktober í 2016, og eftir 1. oktober 2017 eru ongar hækkingar í sáttmálalønum avtalaðar.

Samanumtikið, so verða lønirnar hjá Trivnaðartænastuni á 241 mió. kr. framskrivaðar við 1,43%, sum eru umleið 3,5 mió. kr.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, so eru samlaðu lønirnar hjá Trivnaðartænastuni umleið 254 mió. kr. Harumframt varð játtanin til Trivnaðartænastuni við broytingaruppskotum hækkað við umleið 7,8 mió. kr. til endaligu fíggjarlógina í sambandi við at flyting av virksemi og nýggjum virksemi, har stórsti parturin av hesari upphæddini eru lønir.

Hækkaða játtanin til Trivnaðartænastuna á fíggjarlógini í 2017 í mun til fíggjarlógina í 2016 kemur millum annað av, at virksemi á Virknis- og umlættingardeplinum á Sandoynni er hækkað við 2 mió. kr. til fult virksemi, serligt skipað miðnám á Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík er hækkað við 0,5 mió.kr. Harumframt varð eykajáttan veitt í 2016 til tænastur til borgarar við seinheilaskaða og børn og ung við autismu og er hon framskrivað við 8,5 mió. kr. í 2017 til fult virksemi. Eisini er játtanin til eind 10 barnavernd hækkað við 2,4 mió. kr. í 2017.

At nógvir bygningar eru í ringum standi og illa egnaðir til virksemi, er orsøkin til, at farið er undir miðvíst at umvæla verandi bygningar og útvega nýggjar. Tey næstu 3 árini eru avsettar 45. mió. kr. umframt at óbrúkt játtan í 2016 verður framflutt.

 

Eyðgunn Samuelsen

landsstýriskvinna

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.