Home VinnutíðindiFiskivinna Vinnuligurfiskiðskapur 1994-2018

Vinnuligurfiskiðskapur 1994-2018

by OML

Fiskivinna: Nær og hvar hevur Reiðarin fingið fiskiðrættindi fyri einki. Eg vil ikki hava sitandi á mær at hava fingið rættin at fiska við Føroyar fyri einki. Er tíðin komin,at tað er tíð at reisa ein minnisvarða yvir fiskivinnuna. Verða frámtíðar Føroyar ikki fyri fiskimannin og arbeiðsmannin. Hetta spyr skiparin og reiðarin Líggjas Johannesen í tíðargrein í dag. Greinin kann lesast her:

Endugivin grein frá 2011 á 24timar.com

07-06-11 21:30, Óli M. Lassen

Var við til at keypa skip í 1993 og eri í somu vinnu enn.Í 1993 vóru fleiri skip til sølu og treytin fyri at sleppa at reka fiskiðveiðu við Føroyar var at man var noyddur at keypa eitt skip í hevði fiskiðloyvið. Tað var ikki so at mann bara kundi keypa eitt skip og fara at fiska,men keypa eitt skip í hevði fiskið-loyvið,og so var eisini gjørt,og møguleiki var at fiska allar dagar í árðinum, ella frítt fiskaríð.Í 1994 verða so kvotur ásettar,tað verður lurta eftir Hav-stovuni tá kvotan í 95/96 verður ásett og í mei 1996 er heilt galið, tí tað vísir seg at Toskastovnurin er fýra ferð so stórur sum frøðingarnir søgdu.

Tað sum síðan hendir er at vit fáa eina fiskiðdagskipan setta í gildi 1.Juni 1996,og Frøðingarnir,vinnan og politikkara eru samdir um hesa skipan,og dagar verða býttir út á øll skip í hava fiskiðloyvið við Føroyar útrokna eftir hvussu nógvar dagar skipini høvdu verði úti í meðal seinastu 5 árini.

Gongdin við fiskiðdøgum 1996-2011
Gongdin hjá Bólkur 3 (Línuskip)
96/97 160 dagar
97/98 140 dagar -12,5%
98/99 133 dagar -5%
99/00 133 dagar 0%
00/01 133 dagar 0%
01/02 133 dagar 0%
02/03 132 dagar -1%
03/04 129 dagar -2%
04/05 127 dagar -2%
05/06 117,5 dagar -7,5 %
06/07 114 dagar -3%
07/08 111,7 dagar -2%
08/09 100,53 dagar -10%
09/10 95,5 dagar -5%
10/11 92,6 dagar -3%

Her er Bólkur 3 farin úr 160 niður í 92,6 dagar á Landgrunninum og á Føroya Banka vóru 30 dagar í 1996 og í 2008 16 dagar síðan 0 dagar.Tað vil siga at eitt Línuskip sum hevði 190 dagar í 1996 bara hevur 92,6 dagar í dag,um so var at eingin handil av døgum hevði verði.

Hví rópar Tjóveldið so í dag.
Eftir væli tann 30 April 1998 kom Tjóveldið inn á ting sum størsti flokkur og kom í Landstýrið og sótu har til 2004.Hvat hendi so í fiskivinnuni hesi 6 árini,jú í 1999 var byrja at selja dagar og loyvir ímillum skip og leggja fleiri loyvir saman til eitt,hesi 6 árini eru fiskidagarnir lækkaðir minst síðan fiskidaga-skipanin kom í gildi(eg skal ikki siga hetta var skeivt).Í 2008 koma teir aftur í Landstýrið,men nú eru aðrir tónar at hoyra,dagarnir skullu skerjast 50%.
Eftirfylgjandi hava teir sagt at teir søgdu 50 men meintu 20% so man veit ikki nær teir skullu takast í álvarða,og ein tilgongd til eina fiskidagabúð skal byrjast.Hví gjørdu teir einki frá 98-04(teir kundu verði ein blokkerandi minniluti um ikki annað)var tað tí at loysing var tað einasta í mól í teirra høvdi og fiskivinnan kundi seljast fyri loysing?.

Er tað kanska tað at eitt fiskiskip sum fór á heysin í 2006 sum er grundin til at nú skal alt gerðast fyri at fleiri aðrir reiðara skullu enda sítt reiðarvirksemi á sama hátt sum reiðarvirksemi hjá einum ávísum løgtingslimi,tá eg ikki kláraði tað so skullu aðrir heldur ikki vinna pengar úr fiskivinnuni,nei eg veit ikki um tað er tað í feilar.Men hví leikar tjóveldið so í nú?hví vóru teir við til at seta handil av loyvum og døgum í gongd?.

Og í dag rópa teir um at tað líkist ongun at reiðara selja dagar og loyvir.Um so var at tað ikki varð loyvið at handla dagar og loyvir hvussu hevði sæð út í dag. Jú eitt Línuskip sum sum hevði 190 dagar í 1996 hevði havt 92,6 dagar í dag,og øll onnur skip høvdu havt somu minking í %,sama tal av skipun verði í flotanum í dag sum í 1996.Tað vil siga at ongin hevði klára seg.Tá man vil skerja fiskiðdagarnar so skal man eisini siga hvussu flotin skal skipa seg framyvir,vil man at flotin tillagar seg sjálvan við at keypa summar út so kann man gerða tað,um ein ikki vil at dagar skullu seljast ímillum skip tá í dagarnir minka so skal man koma við eini loysn um hvussu tað skal gerðast.
Enn er eingin komin við nøkrun uppskotið øll hesi árini um at tað skal verða ørvísið,tað er ábyrdaleyst at verða við til skerja fiskidaganar og síðan fara í fjølmiðlanar áftan á,og fortelja fólki at tað skeivt at dagar verða seldir,dagar sum teir hava fingið fyri einki,og somuleiðis fortelja fólki at teir sum hava keypt dagar hava fingi rættindi at fiska fyri einki frá Føroya Fólki.

Tað sum førir til handil av døgum og loyvun er tá tú minkar dagarnar,og teir sum í dag vilja skerja mest rópa harðast um at tað líkist ongun at ein handil fer fram av fiskiðdøgum,men tað eru teir í seta handilin ígongd hava teir nokk ikki funni útav enn,teir hava so onki anna boð uppá hvussu vinnan skal skipast fram til 2018.
Um hetta heldur fram, við at skerja dagarnar hvørt ár fram til 2018 kan tað henda at fleirið verða noyddir at gevast og aðrir skullu keypa teir út úr vinnuni,og í 2018 verður alt tikið frá teimun aftur sum teir hava keypt (ikki fingið fyri einki).
Um tað skal verða fiska samanhangandi fram til 2018 og fiskidagar skornir niður hvørt ár verður ein noyddur at keypa dagar um ein skal verða í vinnu.
Tað koma so at liggja fleiri skip sum eru keypt úr vinnuni,og hvør veit kanska verða tey bílig at keypa í 2018 og fara at bjóða meira fyri dagarnar enn teir sum keyptu teir út.

Nær og hvar hevur Reiðarin fingið fiskiðrættindi fyri einki.
Tá eg kom inn í fiskiðvinnuna var eg noyddur at keypa eitt skip sum hevði fiskiloyvið,síðan kom lógin um vinnuligan fiskiskap,og síðan hevur man verði noyddur at keypa dagar í rúgvuvís og hetta er galdandi fyri flest allar í fiskivinnuni í dag.

Nú verður sagt at ein tilfeingisbúð skal koma og so kunnu teir sleppa framat sum eru bestir til at reka skip.Tað vil siga tað sama sum at teir sum eru í vinnuni í dag og hava verði tað í nógv ár eru ikki góðir nokk,hvat hava vit liva av í Føroyun er tað ikki av tilfeinginum sum kemur upp á land,og nú fáa hesir menn at vita at teir eru ikki teir røttu og vit skullu hava eina nýggja skipan so at teir bestu sleppa frammat.Tað er ein tøkk at fáa.

Eg vil ikki hava sitandi á mær at hava fingið rættin at fiska við Føroyar fyri einki,hava goldið fyri skip við loyvið og síðan keypt dagar,tí at politiskt hevur man lóggivið tað soleiðis,eg kann prógva at eg ikki havið fingið tað fyrið einki.So tit sum siga at hetta er nakað sum reiðarnir hava fingið fyrið einki,kunnu tit ikki eisini upplýsa nær og hvær.

Er tíðin komin,at tað er tíð at reisa ein minnisvarða yvir fiskivinnuna.
Sum tað sær út framyvir og tað sum gongur fyrið seg í løtuni við framtíðar fiskivinnuni í Føroyun,so er fiskivinnan deyðanum nær.Nú tað verða íløgukarmar lagdir fram til 2016 hevði tað verði rætt at sett pengar av til ein minnisvarða til fiskivinnuna,játtan kundi komi úr búskapargrunninum frá nú av og til 2016.Eitt hóskandi økið at sett hann á,er økið hjá Kongshavnar Havn og hann kundi hóskandi verði avdúkaður 14 September 2016,og sjálvandi skuldi Havnameistarin í Kongshavn avdúka hann og hugleitt naka um tað tíðina tá í fiskiskip komu í Kongshavnar Havn.

Verða frámtíðar Føroyar ikki fyri fiskimannin og arbeiðsmannin.
Tað gongur ikki ein vika uttan at vit hoyra um hvat vit skullu gerða fyri at fáa tey sum lesa uttalanda heim aftur.Tað eru nógvir Føroyskir fiskiðmenn og arbeiðar sum búgva í Norra og Danmark,men tað sær ikki út sum tað er áhugi í fáa hesi fólk heim aftur,tað einasta eg havi hoyrt er komi av tingsins røðarpalli og tað var at fleiri fiskimenn fingu áheitan um at fara av landinum at fáa sær arbeiðið.

Líggjas Johannesen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.