3.9 C
New York
mandag, januar 18, 2021
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Makrelurin - politisk kastibløka.

Makrelurin – politisk kastibløka.

Føroysk Tíðindir: Tað hevur verið áhugavert at fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu dagarnar sigur Jacob Vestergaard. Hóast eg ikki longur eri partur í viðgerðini, hevur málið framhaldandi mín stóra áhuga, og kann eg tí ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum. Mynd: Óli M. Lassen

Endurprenta grein frá 2011 24timar.com

19-04-11 12:00, Óli M. Lassen

Sjálvur hevði eg lagt arbeiðið við makrelkunngerðini soleiðis tilrættis, at umframt skipini í felagnum Nótaskip, sum eiga rætt til part av makrelkvotuni, skuldu øll føroysk skip fáa møguleikan til at taka lut í makrelfiskiskapinum í summar.
Dentur var lagdur á, at hava eina rættvísa og sakliga viðger, so kunngerðin setti allar partar líka. At gera og lýsa kunngerðina er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum, nú løgmanni, og er hann sjálvtsagt bundin av teimum ásetingum, sum lógin tilskilar.

Nú frættist at fleiri aðalráð og stovnar, umframt politiskir flokkar, sita og arbeiða við makrelkunngerðini. Tað tykist sum um áhugin er sera stórur at sleppa framat, fyri at, hvør í sínum lagi, kann seta síni fingramerkir á makrelbýtið. Fleiri av teimum vóru ikki so álvuligir, tá makrelkvotan skuldi ásetast, men nú hevur pípan fingið annað ljóð.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum var rættuliga avgjørdur tað eina kvøldi í sjónvarpinum, og helt fast við, at ein partur av makrelkvotuni skuldi bjóðast úr, og vísti til eina meiriluta í Uttanlandsnevndini.

Eftir seinastu útmeldingina frá løgmanni, verður talan ikki um at selja makrelin á uppboði. Áhugavert verður at hoyra, hvørjar grundgevingar formaðurin í Javnaðarflokkinm nú hevur, tá hetta áður var eitt ófrávíkiligt krav.
Útmeldingarnar frá løgmanni hava verið ymiskar. Tórsdagin ljóðaði, at 60 túsun tons skuldu útlutast í fyrsta umfari, og at kunngerðin var klár at senda til hoyringar. Fríggjadagin segði løgmaður, at kunngerðin fer at umfata alla makrelkvotuna, og at kunngerðin verður klár at senda til hoyringar í næstu viku. Mánakvøldið boðaði løgmaður so frá, at arbeiði við at býta makrelin heldur áfram, eina tíð enn.

Eitt av aðalmálunum í allari fyrisiting er, at allir borgarar skulu viðgerast líka. Tí undrar tað meg, at partarnir, sum nú sita og býta makrelin, tosa um at leggja kilogjald á hetta eina fiskaslagið. Ein partur av makrelkvotni, 25 túsun tons, er longu nýttur í avtaluni við Rusland. Kvotan í Barentshavinum er útluta á sama hátt sum undanfarin ár.

Trongdin eftir at fáa pengar í ein ómettuligan landskassa hevur gjørt, at partarnir, sum nú býta makrelin, vilja skatta partar av hesum eina fiskaslagnum.
Hvørji tey sakligu atlitini eru, í tala fyri hesum tilfongisskatti til ávísar skipabólkar, veit eg ikki, men vónandi veri eg klókari, tá skattauppskotið fyriliggur.

At leggja størri skatt á vinnuna merkir, at fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, verður munandi verri fyri í kappingini. Teir, sum vit kappast við, leggja ikki slíkan skatt á vinnuna. Vónandi sær bólkurin, sum nú býtir makrelin, vandan í hesum, og letur vera við at skatta vinnuna meira.
Hóast eg ikki skilji arbeiðsháttin, ynski eg bólkinum hepna hond við arbeiðinum, og vóni eg, at makrelurin verður eitt munandi íkast, bæði hjá fiskivinnuni og øllum føroya fólki.

Telefon 252424
Dáma 24.fo
KSS Telefon 472030
2be
Grannskoðan Telefon 478000
Atlantis Biografur
KJØLUR skipsútgerð - trukkar smyrjolja o.a.
Falk Lauritsen rejser
- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer