Mens græsset gror, dør horsemor

0
614

Vinnutíðindi: Nú ferð at nærkast einum mána síðani vit ilskaðust um, at ongin stýring var í fiskivinnuni og at vit bert reka fyri vág og vind. Hetta var í samband við at menn ikki fáa at vita um teir sleppa til fiskiskap eftir makreli.Skrivar Viberg Sørensen formaður í Føroya Reiðarafelag 4. mai 2011

Endurgivin grein frá 2011 á 24timar.com og frá Reiðarafelagnum

04-05-11 19:05, Óli M. Lassen

Løgmaður svaraði okkum alment – aftaná fáar tímar – og segði at ongin grund var til at ótolnast og var ikki samdur um, at vinnan rak harraleys fyri vág og vindi – hann helt sjálvur um stýrisvølin og støðuna var undir kontroll.

Nú eru vit komin inní meimána og vertíðin at fiska makrel er byrja, men enn hevur onki skip fingið nakað fiskiloyvi.

Tað er uppgávan hjá Føroya Reiðarafelag, at taka sær av áhugamálunum hjá limunum og hetta taka vit í størsta álvara og nú halda vit at tíðin er komin at tala at.

Tað sum hevur ligið í kortinum, er at eitt virði av einari milliard av fiski liggur og bíðar, meðan politikararnir klandrast um hvussu vit skulu býta hesi virðini. Nakrir hava funnið útav at Føroya fólk eigur fiskin í havinum, sum um nakar nakrantíð hevur ivast í tí. Eiga vit ikki øll Føroyar og tað sum her er, hvør eigur krákurnar, hvør eigur føroyska flaggið hvør eigur føroyska málið, ólavsøkuna og soleiðis kundi vit hildið áfram.

Nú koma nøkur klók høvd sum ketta úr høvdatrog og fortelja okkum tað, sum flest av okkum altíð hava vita, og nú vísir tað seg at nakrir politikarar eru vaknaðir við kaldan dreym og meina, at eitt ørgrynni av milliónum fara í skeivar lummar, nevniliga lummarnar hjá teimum sum gera eitt átaka fyri at fara at fáa hesa ognina til høldar. Hugflogið hjá teoretikkarunum sum gera politikarnar ørar í høvdinum blívur bara villari og villari.

Búðu vit í einum landi har fiskivinnan var ein evarska lítil partur av búskapinum hevði helst ongin tala at, men tá røddir nú eru frammi um at fara at eksperimentera við høvuðsvinnuni fara vit í hvussu er at rópa varskó.

Og ímeðan teir í Løgtinginum berjast um hvussu hesin ný-uppfunnið gullskatturin skal býtast, sita fiskimenn og bíða eftir at sleppa at gera tað sum teir altíð hava gjørt – sleppa at fiska. Danir hava eitt orðatak sum sigur at ” mens græsset gror, dør horsemor” tað passar væl til støðuna nú.

Flestu av hesum politikarunum, sum eru so upptiknir av makrelbýtinum, ætla at vit skulu sjálvir stýra landinum. Álvaratos, tá vit ikki klára at býta nakrar makrelar, hvussu skulu vit tá vænta at stýra einum landi.

Vit søgdu fyri einum mána síðan at álitið á stýringina í landinum var minka nógv – nú sær út til at ongin er samdur um nakað sum helst og tá kemur ein skjótt at hugsa um tað sum skrivað stendur, at eitt land sum er í stríð við seg sjálvan, stendur fyri falli.