Fiskivinna: Seinastu 2 árini eru lønargjaldingar innan fiskiskap og fiskiíðnaðinum lækkaðar sera nógv. Úrslitið er at búskapurin í landinum fellur og fíggjarlógin hongur ikki saman. Hetta vísir greitt at fiskivinnan er drívmegin undir okkara búskapi. Grein i Norðlýsinum Ó.M.L.. 10. mai 2010
Endurprenta grein frá 2010 / 24timar.com 2011
02-04-11 01:52, Óli M. Lassen
Hetta vísir enn einaferð, at fer inntøkan niður í útflutningsvinnunum so rakar hetta sera meint í føroyska búskapinum. Fallandi lønargjaldingar føra til fallandi keypiorku hjá flakafólkið og fiskimanninum. Hetta rakar aftur handilsvinnuna har umsetningurin so eisini fer niður og samstundis lækkar eisini MVG hjá landskassanum. Skipini og flakavirkini keypa minni tænastur frá smiðjum og veitarum so teirra umsetningur fer eisini niður, og teirra keyp frá undirveitarum hetta er ein negativ ringrás uttan enda og úrslitið kenna vit hundratals milliónir í halli í almenna húsarhaldinum.
Í 2007 vóru útgoldnar 1.301 mia. kr. í fiski og flakaídnaðin og árið eftir einans 1.039 ella ein minking uppá 262 milliónir kr. Lønargjaldingar í 2009 eru 878 milliónir kr. og er tað 423 milliónir kr. minni enn í 2007 ella sagt á annan hátt, so eru tað útgoldnar heilar 685 milliónir kr. færri innan fisk-i og framleiðsluvinnuna tvey tey seinastu árini. (Alivinnan er ikki við her.) Samstundis sum tað eru útgoldnar slakar 700 milliónir færri innan høvuðsvinnuna. Eru tað útgoldnar 437 milliónir meira út í lønum innan partar av almenna geiranum.
Um hugt verður nærri eftir tølunum og talvunum so sæst at lønargjaldingarnar økjast úr 5,8 milliardum í 2004 til 6,7 milliardir í 2009 her er veruliga talan um ein búskap í vøkstri. Men tað sum er mest áhugavert er at, tá okkara útflutningsvinna og serliga fiski- og flakavinnan 2 ár á rað hevur munandi lækkandi lønargjaldingar, so slær hetta kraftiga út í øðrum vinnugreinum eftir 2 árum og roknast kann eisini við at hendan gongd fer at síggjast aftur í 2010.
Hetta vísir púra greitt, at eftir at blokkurin er skerdur munandi, er tað framleiðsluídnaðurin ella fiskaútflutningurin, ið er tann vinna ið kemur at vísa okkum hvønn veg búskapurin fer. Ikki er neyðugt at siga, at við framhaldandi øktum almennum tænastum er alneyðugt at fáa aðrar vinnur at blóma í Føroyum tað verið seg olja – shipping – fiskivinnutøkni – ferðavinna og møguliga aðrar nýskapandi vinnur. Hendan tilgongd má skipast og mennast og vit kunnu gott avtaka bæði landsbanka og búskaparráðið og heldur leggja orku í eitt menningarráð.
Frá vitunarsamfelag til óvitunarsamfelag
Tað er sera harmiligt, at vit ikki hava útbúgvið fólk sum kann ella vil skilja, at vit eru eitt tilafturskomið fiskivinnusamfelag og at leggja serlig avgjøld ella eykaskatt á hesar vinnur, fer als ikki at verða við til, at menna hetta land, men heldur hinvegin, føra til at úrtøkan í hesum vinnugreinum fer at minka.
Tað er hvørki vitan vilji ella visiónir til at menna hetta land og tað er trupulleikin. Tað er neyðugt við eini tilgongd har man eisini brúkar sunna fornuft og logikk ella vit og skil sum onkur vildi sagt.
Talvan niðanfyri vísir hvussu tær almennu lønarútreiðslurnar framhaldandi økjast meðan niðurgongdin í fiskivinnuni avspeglast aftur í flutningsvinnuni, bygging og privatum tænastuvinnum o.ø., tí vilja lønargjaldingar í fiskivinnuni framhaldandi verða eitt gott barumetur fyri gongdina í føroyska búðskapinum.
Ikki er neyðugt framhaldandi at tosa um at fiskivinnan hevur so lítlan tídning og at vit kunn liva av at klippa hvørjum øðrum. At enda vil eg mæla til at vit kanska skuldi vit fingið ein útlendskan professara til føroyar at greina hetta, um tað framhaldandi eru fólk ið ikki skilja at gongdin í útflutningsvinnunum hevur sera stóran týðning fyri Føroyska búðskapin sum heilda.