Vinnutíðindi: Tá eg hevði lisið Sosialin frá 13 maj bleiv eg fyrst illur síðani flenti eg og so bleiv eg sorgarbundin, skrivar Viberg Sørensen.
Vit endurgeva grein frá heimasíðuni hjá Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen frá 2009 og sum hevur staði á 24timar.com
16-05-09 02:01, Óli M. Lassen
Í hesum tíðum tá so hart leikar á hjá nógvum skipum kunnu vit saktans vera hasar niðrandi yvirskrivtirnar fyriuttan.
Inni í blaðnum er ein Búskaparfrøðingur sannførdir um at tey skipini sum ikki bera seg skullu fara á húsagang.
Hetta er bara einí røðini sum vit hava hoyrt úttala seg um fiskivinnuna. Tað er júst eitt ár síðan at Landsbankastjórin segði at vit áttu at flutt fólk úr fiskivinnuni til tænastuvinnuna á landi. Vit fingu at vita at um fiskivinnan lá still hevði tað onga ávirkan á landið. Hetta siga vaksnir menn í ramasta álvara.