Home VinnutíðindiFiskivinna Er rætt, at geva fiskivinnuni stuðul ?

Er rætt, at geva fiskivinnuni stuðul ?

by OML

Fólk & Samfelag: Tjakið um stuðul til fiskivinnuna hevur aftur tikið seg upp. skrivar Føroya Reiðarafelag á heimasíðu síni.

Vit endurgeva her grein frá 2009 frá Føroya Reiðarafelag av heimasíðu teirra shipowner.com og sum eisini hevur staðið á 24timar.com Samstundis kunnu vit siga at nógv er broytt fram til í dag.

Grein fra 24timar.com 25-06-09 15:30, Óli M. Lassen

23. juni 2009
Tann stuðulin sum altíð er mest umrøddur er tann sum skip og manningar fáa. Stuðul uppi á landi fær ikki somu umtalu og nógvur stuðul verður veittur sum bara fá vita um.
Fiskivinnan hevur gjøgnum árini fingið nógvan stuðul, hetta kemst sjálvandi av at teir sum gera av um tað er gagnligt fyri samfelagið at veita hendan stuðulin, hava mett at tað er neyðugt júst tá. Tað kan verða longri ella styttri tíðarskeið, men í allarflestu førum er stuðulin tíðaravmarkaður, og tíbetur hava skipini klárað seg uttan stuðul seinastu árini.

Her á landi vita vit, at um ikki ein hjálpandi hond var útrætt tá illa hevur staðið til hjá onkrum skipabólki hevði fleiri veiðiháttir verið søga nú. Í flestu førum hava skipini tíbetur fóta sær aftur og hava so aftur kunna verið góðar skorir undir samfelagið sum veittu teimum stuðul tá ástóð.

Í tey hundra árini Føroya Reiðarafelag hevur tikið sær av áhugamálunum hjá skipunum hava vit upplivað djúpar kreppur og og eisini sera góðar tíðir. Vit hava avgjørt ikki áhuga í at limirnir skullu fáa stuðul, men vit hava ofta sæð at hetta hevur verið neyðugt viðhvørt, og tíbetur hava eisini aðrir sæð, at skullu vit ikki missa skipini tá ringast stendur til er hetta ein neyðloysn sum verður veitt.

Seinastu árini hava tey skipini sum hava veitt størstu inntøkurnar til samfelagið eisini onkuntíð verið í so tungum sjógvi at teimum var neyðugt at rætta eina hond.

Var tað ikki gjørt tá hevði samfelagið verið munandi fátækari í dag, stuðulin sum var veittur er komin okkum øllum til góðar seinni.

Vit halda at tá skip koma í kreppur av umstøðum sum tey ikki eru harrar yvir, sum nú við fiska- og oljuprísinum er tað skilabetri at hjálpa, enn at bara hyggja at ímeðan heilir skipabólkar fara fyri bakka.

Tá vit hyggja aftur eftir hevur tað oftast loyst seg, men hugaligt er tað ikki.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.