Home Tíðindir KJ letur upp aftur við fullari megi eftir nýggjár

KJ letur upp aftur við fullari megi eftir nýggjár

by OML

Jóladag, tá ið ódnin Urd herjaði kring landið, bleiv KJ á Kambsdali meint rakt av vindskaða.  Tann niðara høllin av sølu og goymslubygninginum (gamli timburhandilin) fór í smildur.  Uppruddingararbeiðið byrjaði beinanvegin 2. jóladag, og tað hevur gingið bæði skjótt og væl.

Stórur partur av vørugoymsluni er fingin til høldar, og stóru lutirnir liggja nú í goymslubygningi í Søldarfirði.  Sølubúðin á Kambsdali er nú opin sum áður.

KJ letur uppaftur við fullari styrki mánadagin 2/1-2017.

KJ takkar hjartaliga fyri ta stóru og góðu hjálp, hesar strævnu dagar – frá sløkkiliði og fyritøkum, frá starvsfólkum og sjálvbodnum, sum beinanvegin komu til hjálpar fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi, og rudda økið so skjótt og væl, sum til bar.  Uttan hesa hjálp slapst ikki so væl burturúr hesum.

Túsund takk øll somul, og gott nýggjár.

 

 

KJ

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.