Home Fólk & Samfelag Dýra Landsbanka floppið

Dýra Landsbanka floppið

by OML

Ein almennur stovnur verður til tveir, vit fáa 7 eftirlit ístaðin fyri 6 og 3 nevndarlimir verða til 21. Kostnaður 9 mió og vit fáa í besta lagi tað sama.

Skattgjaldarin verður fátækari og alt verður betur, siga tey. Tá vit høvdu Landsbankan, høvdu vit fleiri bankakreppur og eingin ávaring. Landið misti eisini milliónir av feilplasering av gjaldførinum.

Meðan veruligi landsbankin, Gjaldstovan, hevur umsitið gjaldførið, hevur verið øðrvísið. Ratingin av landskassanum er farin upp. Við gamla Landsbankanum, var eingin renta av lánum lægri enn 3%, nú hevur Gjaldstovan fingið rentuna niður á 0,5%. Munur, ið merkist.

Við gjaldførinum, hevur Gjaldstovan fingið fyrimyndarliga góða rentu. Ja, so góða, at rentur av 2,3 mia av innstandandi nærum dekka rentur av uml. 5 mia. í lánum. Gjaldstovan hevur ikki mist eitt oyra við plasering av gjaldføri. Og vit hava heldur onga bankakreppu havt.

Óneyðugur og dýrur poppur byrjar 1. Januar og skattgjaldarin verður fátækari.

Jørgen Niclasen, tingmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.