Home Tíðindir Væl eydnað bygging á Sandi

Væl eydnað bygging á Sandi

by OML
Hósdagin avhendaði Landsverk lyklarnir til nýbygda Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi til Almannaverkið. Talan er um ein snotuligan bygning mitt í bygdini. Byggingin hevur gingið avbera væl, og hetta hoyrdist aftur á teimum, sum tóku orðið undir móttøkuni í gjár.

Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi, sum er ætlaður børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum, er nú klárur at taka í nýtslu. Tað er tó soleiðis, at talan er um ein ógvuliga fjøltáttaðan bygning, sum kann nýtast til nærum øll hugsandi endamál.

Eitt nú umlætting, dagtilboð, venjingartilboð, fysioterapi, eins og sum bústaður til fastbúgvandi. Til ber at býta bygningin upp, so møgulig fastbúgvandi kunnu vera fyri seg sjálvan, meðan tíðarásettu tilboðini liggja í hinum partinum av bygninginum.

Sjøtul var settur á 11. juni í fjør, tá fyrsti spakin varð settur í. So skjótt grundøkið var byggibúgvið, fór byggingin í gongd, eftir at Løgtingið hevði játtað eina eykajáttan á 1,75 mió. krónur. Samlaði verkætlanarkostnaðurin er 14,35 mió. krónur, har av Sands kommuna hevur stuðlað verkætlanini við 200.000 krónum. Bæði sjálvur kostnaðurin og tíðarætlanin fyri Virknis- og Umlættingardepilin hava hildið.

Sjálvur bygningurin er 481 fermetrar til støddar, meðan grundøkið er 2.928 fermetrar.

Í talu síni legði Arne Debess Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki, sum er byggiharri á verkætlanini, dent á, at samstarvið um verkætlanina hevur verið framúr gott við allar partar.

Myndirnar niðanfyri eru frá móttøkuni í gjár, har hesi høvdu orðið:

Barbara Berg, eindarleiðari, Almannaverkið
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
Arne Debess Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki,
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu
eins og abbasonur síðstnevnda, Gerhard Páll Lognberg, undirhelt við sangi og spæli.

Fakta
Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevi: Kontrast
Undirráðgevar: SMJ og LBF
Høvuðsarbeiðstakari: Sp/f Valbjørn Dalsgarð
Undirarbeiðstakarar eru hesir:
Jørðarbeiði: Tórhallur Hansen
HVS: Rólant Vidtfelt
El: ELFO
Máling: Niels Sørensen
Innbúgv: Blika

D

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.