3.9 C
New York
fredag, januar 15, 2021
Home Vinnutíðindi Handilsfremjandi átak í Kina

Handilsfremjandi átak í Kina

Vinnuferðin til Kina, ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Vinnuhúsinum, hevur skipað fyri, er nú liðug.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er vælnøgdur við ferðina.

Undir vitjanini í Kina hevur Poul Michelsen m.a. verið á fundum við Handilsmálaráðið, heilsufrøðiligu myndugleikarnar, borgarstjóran í Qingdao fyri vinnumálum, og við handilskamarið fyri matvørur, eins og landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá kinesiska ráðharran fyri fiskivinnu. Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin eina av heimsins størstu fiskasølu-messum, har fleiri føroyskar fyritøkur tóku lut.

“Eg síggi sera stórar møguleikar fyri føroyskar fyritøkur í Kina, og í øðrum londum í fjareystri. Kinesiski marknaðurin hevur longu stóran týdning fyri føroyska vinnulívið – og fer at fáa upp aftur størri týdning í framtíðini.”

Kina er fólkaríkasta land í heiminum, og búskapurin er í stórum vøkstri. Í løtuni hava nøkur lond sum vit eru í kapping við á tollfrælsi á kinsesiska marknaðinum. Verandi støða hevur tað avleiðing, at kappingarføri hjá føroyskum fyritøkum ikki er javnbjóðis við fyritøkur úr hesum londum.

“Endamálið við hesi ferðini var at virka fyri at tryggja útflutningsfyritøkunum so góða marknaðaratgongd sum møguligt. Hetta er eitt arbeiðið sum tekur tíð, men tað er neyðugt at geva tí høga raðfesting. Vit fara tí undir at leggja til rættis eina miðvísa langtíðarætlan fyri at koma nærri einari fríhandilsavtalu við Kina, og annars áhaldandi at at virka fyri at bøta um marknaðartreytirnar hjá føroyskum fyritøkum í Kina – bæði á embætisstigi og politiskum stigi. Eitt nýtt átak í 2017 verður væntandi partur av hesum ætlanum.”

Ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar í dag.

kina-bolkamynd-vinnuferd2016

Føroyska ferðalagið við umboðum fyri politisku skipanina, vinnulívið og kundar hjá vinnuni.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, luttók í dag á China Fisheries & Seafood Expo, sum er størsta fiskivinnumessan í Asia. Á messuni hitti landsstýrismaðurin kinverska ráðharran, Yu Kangzhen, sum varðar av fiskivinnu. Vitjað varð eisini á føroysku básunum, har landsstýrismaðurin hitti umboð fyri føroyskar fyritøkur og heilsaði uppá kundar teirra.

Seinnapartin hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við borgarstjóran í Qingdao, Sun Lijie, sum varðar av vinnumálum. Á fundinum luttóku eisini umboð fyri handilssamstarvi, Qingdao Bureau for Commerce. Partarnir kunnaðu hvønn annan um vinnulig viðurskifti og myndugleikarnir í Qingdao boðaðu frá, at teir vóru sera áhugaðir í øktum samstarvi við Føroyar. Qingdao, har tað búgva 9 milliónir fólk, er ein av heimsins størstu havna- og handilsbýum.

Vitjanin í Qingdao er liður í vinnuferðini til Kina, sum Uttanríkis og Vinnumálaráðið skipar fyri í samstarvi við Vinnuhúsið. Ferðaliðið fer aftur til Beijing í morgin, har aftur verður fundur á myndugleikastigi.

Mynd: Poul Michelsen og Sun Lijie, borgarstjóri í Qingdao

 

Greinarnar eru frá Uttanríkis & Vinnumálaráðnum

Landsstýrismaðurin á vinnuferð til Kina

Í døgunum 30. oktober til 4. november skipar Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri vinnuferð í Kina.

Á ferðini luttaka umboð fyri 14 føroyskar fyritøkur, Vinnuhúsið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

– Vit hava valt skipað fyri vinnuferðini fyri at geva fyritøkum møguleika at fáa størri innlit í kinesiska marknaðin og fáa í lag sambond. Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri at fáa betri marknaðaratgongd til okkara høvuðsmarknaðir, og á ferðini fara vit eisini at hava fundir við avvarðandi myndugleikar um møguleikarnar fyri at fáa í lag handilsavtalu við Kina, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

30. oktober til 2. november vitjar ferðalagið í Beijing, har ið fundir verða við myndugleikar. Millum annað verður farið á fund við heilsufrøðiliga myndugleikan við tí endamáli at tryggja nøktandi heilsufrøðiligar skipanir fyri útflutningi av fiski úr Føroyum til Kina. Fundur verður eisini við kinverska handilsmálaráðið, har ið møguleikarnir fyri at menna fríhandil landanna millum er á skrá.

Vitjað verður eisini hjá samskiftisrisanum Huawei, og fyritøkurnar fáa kunning og ráðgeving frá m.ø. danska handilskamarinum og øðrum um viðurskifti viðvíkjandi kinesiska marknaðin.

2. til 3. november er ferðalagið í Qingdao, har ið vitjað verður á størstu fiskivinnumessuni í Asia, China Fisheries & Seafood Expo, har ið eisini føroyskar fyritøkur luttaka. Qingdao er týdningarmikil havnabýur við yvir 6 mió. íbúgvum og hópin av vinnuligum møguleikum, ið kunnað verður um hjá m.a. Qingdao Bureau of Commerce.

Aftur í Beijing verður 4. november farið á fund við kinverska handilskamarið fyri matvørur.

Farið verður úr Kina aftur seinnapartin 4. november.

Fyritøkurnar sum luttaka á ferðini eru: Luna, Bakkafrost, Varðin, Pelagos, Landshandilin, Føroya Tele, Huawei Danmark, Amplexa Genetics, Mest, Klaksvíkar Sleipistøð, Pomek, Posta, Kemilux og Combine-IT.

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer