Borgarstjórin og sjúkrahússtjórin kunna um heilsuheildarætlanina

Heildarætlanin kann vera eitt veruligt frambrot á heilsuøkinum. Men fyri at tað skal eydnast, er neyðugt, at hugburður og vilji er hjá øllum pørtum at samstarva og ráðleggja í felag, og tí fegnist eg um breiðu undirtøkuna her í norðurøkinum fyri hesi heildarætlan, sigur Jógvan Skorheim.

Í februar mánað tók Klaksvíkar býráð stig til at lata gera ein heildarheilsuætlan fyri norðurøkið, og síðani februar mánað hava leiðsluumboð fyri Klaksvíkar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænatsu og Klaksvíkar Sjúkrahús arbeitt við ætlanini.

Úrslitið av hesum arbeiði hevur fingið heitið “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum”. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi mánadagin í farnu viku einmælt at taka undir við heildarætlanini.

Avvarðandi landsstýriskvinnur – Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Eyðgunn J. Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum – eru kunnaðar um ætlanina, eins og samskifti hevur verið við Heilsutrygd.

Nú skipa partarnir í felag fyri kunningarfundum um ætlanina, har lagt verður upp til 10 átøk at skipa heilsuøkið í norðurøkinum sum eina heild, har tú kanst siga, at snúningsásin verður Klaksvíkar Sjúkrahús. Talan verður í hesum sambandi um til- og umbyggingar av ymiskum slagi fyri einar 15 mill.

starvsfolk-ks2016

Eitt dygt grundarlag at stýra eftir

– Talan er um eina yvirskipaða ætlan fyri heilsutænasturnar her í norðurøkinum, sum bæði her og nú og í longdini skulu geva leiðslum og starvsfólkum á heilsuøkinum í norðurøkinum eitt dygt grundarlag at seta sær mál at stýra eftir inn í framtíðina. Við hesum eru vit ikki komin á mál, men hetta er eitt gott grundarlag, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Heildarætlanin samsvarar á fleiri økjum væl við menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið, sum landsstýrið júst hevur latið gjørt. Tó er ein grundleggjandi munur, tí ein fortreyt og ein týðandi liður í at heildarætlanin skal eydnast, er, at Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi verður undir egnari, sjálvstøðugari leiðslu á staðnum, og at tilbúgvingin somuleiðis verður varðveitt á KS – hetta seinasta sum ein grundleggjandi partur av teimum tænastum sum eru og verða mentar á Klaksvíkar sjúkrahúsið.

Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri, er ógvuliga fegin um hesa heildarætlanina, tí hann er sannførdur um, at hetta fer at gera allar partar sterkari, og fer at geva eina smidligari og betur samskipaða tænastu til brúkaran.

– Eisini fer hetta at skapa eitt fakliga sterkari lækna- og heilsuumhvørvi undir sama taki í og kring Klaksvíkar Sjúkrahús, heldur sjúkrahússtjórin.

Kelda:klaksvik.fo