Home Vinnutíðindi SAS hevur ment Atlantsflog

SAS hevur ment Atlantsflog

by OML

Havi altíð havt stóra virðing fyri skandinaviska flogfelagnum SAS og mett tað sum eitt sera áhugavert felag í hevur verið gjøgnum fleiri brotasjógvar seinastu mongu árini. Tá vit fingu okkara egna flogfelag var hetta stórt nýbrot og haldi eg, at felagið mentist nógv við Magna Arge sum stjóra.

Mynd: 24.FO

Mynd: 24.FO

Tað er hugaligt at vita, at menn í hava starvast hjá SAS hava lagt føroyska flogfelagnum lag á og nú skilji eg, at tað ikki hevur verið Magni Arge aleinaður í hevur ment felagið.

sas-aircraft-on-order-1400x647

 

Tað at SAS nú flýgur uppá Føroyar hevur sjálvsagt einki við tað at gera at onkur í hevur starvast hjá SAS hevur inside vitan um Føroyska Flogfelagið, soleiðis arbeiða donsk feløg ikki. Men vónandi kann hendan kapping verða við til at Atlantic Airways fer at bjóða sínum kundum enn betri tænastu. Vit skulu vera stolt av okkara tjóðarflogfelag og samstundis verður spennandi at fylgja gongdini nú 2 áhugaverd flogfeløg fara at røkja rutunetið út í heim.

Flogfar AA - Mynd 24.fo

Flogfar AA – Mynd 24.fo

Mynd frá sas av flogfari

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.