Home Tíðindir 1.600 løntakarar fleiri síðan 2014

1.600 løntakarar fleiri síðan 2014

by OML

Í juli vóru 25.368 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er annar mánaður upp í slag, at tað eru yvir 25.300 løntakarar, og hetta er tað mesta síðan 2008.

Langtíðargongdin vísir, at á heysti 2013 vóru umleið 23.700 løntakarar, men so byrjaði ein tíð við jøvnum vøkstri, so tað i juli í ár vóru eini 1.600 løntakarar fleiri.

Higartil í ár hevur ferðin í vøkstrinum tó verið avtakandi, frá umleið 60 um mánaðin til nú at verða ein vøkstur upp á eini 30 løntakarar um mánaðin.

Byggivinnan í einum flokki fyri seg

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Í juli 2016 vóru 25.910 løntakarar, 516 fleiri enn í juli 2015. Framgongdin er 2%. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, uttan í fiski- og alivinnuni,  har tað er lítil afturgongd.

Framgongdin í byggivinnuni er í einum flokki fyri seg. Í byggivinnuni vóru 3.742 løntakarar í juli, 229 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er í serflokki 6,5% seinasta árið. Tænastuvinnurnar hava framgongd millum 1,6 og 1,9%. Men av tí at tær eru so stórar, eru tað yvir 300 fleiri í tænastuvinnunum nú enn fyri einum ári síðani.

Tey ungu enn ikki fingið arbeiðsboð
Í juli 2007 vóru 26.334 løntakarar, nú níggju ár seinni vóru tað 25.910 løntakarar, 424 færri, svarandi til 1,6%.

Løntakarar eftir aldursbólkum vísir, at tað bara eru fleiri løntakarar í aldursbólkinum 55-66 ár og pensjónistar undir 74 ár. Fyri allar hinar aldursbólkarnar eru færri.

Seinastu níggju árini hevur verið stórur vøkstur av fólkið yvir 67 ár, sum eru løntakarar. Í 2007 vóru 697 pensjónistar løntakarar, og nú eru tað 1.156. Vøksturin er nærum 66%. Í hinum endanum eru tannáringar, 16-19 ár, har tað vóru 2.770 løntakarar í 2007, og nú eru tað 2.185, 585 ungdómar ella 21% færri.

Hesi níggju árini er fólkatalið broytt, bæði á tali og í aldurssamanseting. Tað sæst tí at í vanligu arbeiðsstyrkini, tey sum eru millum 25 og 66 ár, er áleið sama lutfall av løntakarum í dag, sum fyri níggju árum síðani. Snøgt sagt er áleið sama broyting í tali av borgarum í aldursbólkinum sum broytingin í løntakaratalinum. Fyri pensjónistarnar er gongdin, at har er stórur vøkstur í tali, men uppaftur størri vøkstur í løntakarum. Í 2007 var einans fjórði hvør pensjónistur løntakari, men nú fleiri pensjónistar arbeiða, er tað triðji hvør, sum er løntakari.

Millum tey ungu eru væl færri til arbeiðis enn fyri níggju árum síðani. Tað eru færri tannáringar í aldrinum 16 til 19 nú, men uppaftur færri eru løntakarar. Sama niðurstøða er fyri aldursbólkin 20 til 24 ár. Broytingin í fólkatalinum er ikki orsøk til, at færri ung eru løntakarar, tey eru bara minni eftirspurd.

Um tað skuldi verið sama lutfall av løntakarum í mun til fólkatalið nú sum í 2007, skuldi tað verið yvir 27.000 løntakarar í juli 2016, væl yvir 1.000 fleiri enn tað veruliga vóru í ár.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.