Home Tíðindir Heimsklassa breiðband til allar Føroyar

Heimsklassa breiðband til allar Føroyar

by OML

Húsa kommuna og tríggir býlingar í Klaksvík eru kosin at verða royndarøki fyri Føroya skjótasta internet umvegis nýtt fipurkaðalnet, ið Føroya Tele ætlar skal gerast landsfevnandi, so allir føroyingar fáa gleði av tí.

Føroya Tele og Klaksvíkar kommuna hava í dag gjørt avtalu, sum inniber, at internetið á Húsum og í Klaksvík verður hitt skjótasta í landinum.

Húsar og Klaksvík verða soleiðis eitt royndarøki fyri eitt nýtt fipurkaðalnet, sum skal leggjast til hvørt hús á Húsum og síðani í tríggjar býlingar í Klaksvík: nýggjasta partin av vegnum Niðan Horn, Klingrugarð og miðbýin.

Skjótt internet um allar Føroyar

Føroya Tele ætlar, tá ið royndirnar í norðoyggjum eru lidnar, at fipurnet verður lagt út um alt landið, í samstarvi við ymsu kommununum, fyri at veita føroyingum eitt nógv skjótari og munandi betri internet enn í dag.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, fegnast um samstarvið við Klaksvíkar kommunu, sum merkir, at hol nú verður sett á verkætlanina sum dótturfelagið FT Net stendur fyri.

– Vit hava ambitiónir um, at flyta allar Føroyar inn í eina nýggja internettíð við besta og skjótasta breiðbandinum, ið marknaðurin hevur at bjóða. Við nýggju avtaluni er hol sett á verkætlanina, sum við tíðini skal geva øllum føroyingum netsamband í heimsflokki, sigur Jan Ziskasen.

– Dialogurin við kommununa hevur verið góður, og tað er positivt, at kommunan bjóðaði Húsar og Klaksvíkina fram sum royndarstøð. Báðir partar fáa nógv burturúr og er hetta eisini avbera góð fyrireiking til tað arbeiði sum liggur fyri framman, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í FT Net.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, hevur vegna kommununa tikið stigið, ið nú er vorðið til eitt samstarv við Føroya Tele.

Arbeiðið byrjar sum skjótast og skal eftir ætlan gerast liðugt í inniverandi ári, soleiðis at húsafólk áðrenn nýggjár fara at hava skjótasta breiðbandið í Føroyum. Síðani verður farið undir at leggja fipurkaðalar í Klaksvík, og ætlandi er skipanin komin í øll húsini í Klaksvík í 2020.

Fegnir borgarstjórar

Bygdirnar í Húsa kommunu verða lagdar saman við Klaksvíkar kommunu 1. januar 2017, og báðir borgarstjórar, Magni Garðarlíð á Húsum og Jógvan Skorheim í Klaksvík, fegnast um avtaluna.

– Tað er fantastiskt, at Húsabygd fær skjótasta breiðbandssambandið í landinum. Hetta er eitt gott dømi um fyrimunir við samanleggingini, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri.

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu fegnast somuleiðis.

– Hetta er ómetaliga spennandi. FT Net fær roynt nýggja fipurkaðalsambandið í eini heilari bygd, einum nýggjum bústaðarøki, einum vinnuøki og einum nýggjum øki við blandaðum virksemi. Hetta er eisini í tráð við okkara ætlan um, at miðbýurin skal vera í fremstu røð, bæði tá ið tað kemur til hitaskipan, vegakervið, brúksmøguleikar, atkomiligheit og nú eisini fyrstafloks netsamband, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.