Home Fólk & SamfelagPolitikkur Maktmisnýtsla og forfylging

Maktmisnýtsla og forfylging

by OML

Ongantíð fyrr hevur ein landsstýrissamgonga noktað einum flokki at gjørt innanhýsis broyting í nevndarsessum, men tað hendi í dag, helst í forfylging av Anniku Olsen, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Í dag varð uppskot til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum, har skotið varð upp, at Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum skuldi lata sín nevndarsess til Anniku Olsen, tvs ein innanhýsis flyting. Hetta er ofta gjørt fyrr, men ongantíð hevur Løgtingið sagt nei. Tað hendi í dag. Andstøðan atkvøddi øll fyri, meðan tey 17 í samgonguni øll atkvøddu ímóti.

Hetta er ódemokratiskt og minnir mest um maktmisnýtslu og forfylging av einum tinglimi, sigur Jørgen Niclasen. Hann leggur afturat, at nógv av hesum samgongufólkum halda seg kunna røkja fleiri sessir, sjálvt borgarstjórar í tinginum atkvøddu ímóti. Annika Olsen skuldi ikki hava nevndarsess í Uttanlandsnevndini. Sostatt hevur Annika Olsen ongan nevndarsess i Tinginum

Tá Annika Olsen eftir valið valdi at leggja formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, varð tað tulkað, at so kundi valbólkurin hjá samgonguni uttan nakra atkvøðugreiðslu velja annað umboð í Fíggjarnevndina. Nú tulkar løgtingið hetta øðrvísi. Hetta kann bert gerast, tá samgogngan vil hava ein nevndarlim, men ber ikki til, tá onnur ynskja tað sama.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.