Home Tíðindir Vegurin undir Kambi í Mikladali verður gjørdur

Vegurin undir Kambi í Mikladali verður gjørdur

by OML

Gamli vegurin undir Kambi í Mikladali hevur í nógv ár ligið órøktur og tilgrógvin, men nú verður hann umvældur og dagførdur, so hann aftur verður nýtiligur til gongutúrar og ferðslu annars.

Fyri tíð síðan tók staðbundna nevndin fyri Mikladal upp málið um vegin undir Kambi, sum í mong ár hevur ligið órøktur og tí liggur tilgrógvin og mest sum ónýtiligur til gongufólk og ferðslu annars.

Vegurin, sum eisini eitur Fornagøta, hevur týdning fyri bygdina, tí hann liggur í vøkrum umhvørvi, sum er sera væl egnað til gongutúrar. Tann fyrsti parturin av vegnum, frá bygdini og út til svingið – ella úti á hundrað, sum mikladalsfólk siga – er kallaður undir Kambi, og ikki Fornagøta.

Haðani røkkur vegurin víðari heilt niðan til landsvegin. Talan er tó ikki um eina almenna farleið til bilferðslu, men ein gonguveg og til nýtslu hjá teimum, sum hava seyð.

Jákup Marnar Anthoniussen, staðbundni maðurin í Mikladali, er nú farin undir arbeiðið. Ætlanin er at dagføra vegin og gera hann vakran.

Fleiri framtøk eru gjørd á Kalsoynni seinastu árini, og her er Mikladalur einki undantak, har víðagitna Kópakonan hevur fingið mest miðlarúmd. Hetta hevur eisini havt økt munandi um talið av ferðandi til Kalsoynna, har eisini aðrar spennandi ætlanir eru undir uppsigling.
Fleiri myndir

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.