Home Fólk & SamfelagPolitikkur Sum brúðgommur á kórgátt

Sum brúðgommur á kórgátt

by OML

Spentur. Glaður. Vón og væntunarríkur. Orsøkin er, at tilboðini uppá at gera undirsjóvartunlarnar, vóru kunngjørd við góðum kostnaðarstøði. Vit eru fleiri, bæði á Sandoynni og kring landið, ið fegnast almikið í hesum døgum. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin síggja út til at blíva veruleiki. Havi tað sum brúðgommur á kórgátt, áðrenn brúðurin endaliga hevur givið sítt svar. Alt talar fyri at tað gongur væl, men spenta gleðiskenslan er til staðar. Sleppi ikki undan spenninginum hóast alt vendir rætt. Kostnaðurin er góður. Ætlanin trygg og sterk. Tíðin at taka bíligt lán er tann rætta. Breiða politiska semjan heldur. Ein málrættað nevnd og ein viljasterkur landsstýrismaður standa á odda.

Eg eri glaður og stoltur av at vera partur av politisku skipanini, sum fremur hetta í verki. Á fíggjarlógini 2016 játtaðu vit 25 milliónir til verkætlanina og aðrar 25 standa á fíggjarlógini til komandi ár.  Í apríl 2016 var lógin seinast í tinginum. Tá var lógin gjørd sterkari og greiðari enn í uppruna uppskotinum. Kundi tá frøast saman við mongum øðrum um, at breiða politiska semjan um verkætlanina stóð sterk. Øll samgongan og nógv størsti parturin av andstøðuni vóru fyri. Bert tvær atkvøður í móti.

Haldi vit kunnu staðfesta, at ætlanin sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vóru talsmenn fyri, nevniliga, at knýta Sandoyartunnilin saman við aðrari verkætlan var røtt. At tað í dag er breið politisk semja um hendan leistin talar øllum flokkum til rós.

Nú bíða vit spent, sum brúðgommur á kórgátt, eftir næsta leiki.

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.