Home Tíðindir Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

by OML

Hagstovan og Búskaparráðið hava í felag gjørt hálvárligu metingina um búskaparstøðu og útlit. Úrslitið verður lýst í stuttum niðanfyri og talvur finnast í hagtalsgrunninum. Búskaparráðið kunngerð samstundis í morgun sína hálvárligu frágreiðing, og til ber at lesa neyvari lýsing av búskaparligum viðurskiftum, ið hædd er tikin fyri í metingini, í konjunkturpartinum í frágreiðigini.

Metingin um støðu og av útlitum í føroyska búskapinum tekur í høvuðsheitum støði í uppgjørdum tjóðarroknskapi og einari røð av ymsum hagtølum og ætlanum, sum í løtuni geva ábendingar um, hvønn veg pílarnir venda í ymsum pørtum av búskapinum. Sostatt er úrstlitið av framrokningini eitt framhald av uppgjørdum tjóðarroknskapi hjá Hagtovuni. Seinasta uppgerðin er fyri 2013, tískil verður ein framroknað tjóðarroknskaparuppgerð gjørd í búskaparmyndlinum fyri árini eftir 2013.

Vøksturin, ið hevur verið seinastu árini, sum í størstan mun stavar frá vøkstri í alivinnu og uppisjóvafiskiskapi, og sum einamest endar sum útflutningur, er í hæddini í ár. Methøga útflutningsvirðið samanlagt av vørum í ár í mun til undanfarin ár, kann knýtast at serliga høgum laksaprísum. Samstundis eru bæði privatar og almennar íløgur lutfalsliga høgar, umframt at privata nýtslan er vaksandi samsvarandi inntøkuvøksturin. Sostatt er vøksturin í BTÚ í leypandi prísum í ár í høvuðsheitum tengdur at høgum laksaprísum og innlendskum eftirspurningi. Fyri 2017 verður mett, at vøksturin verður nakað minni samanlagt og kemur í størri mun at stava frá innlendskum eftirspurningi, t.e. privatari og almennari nýtslu og íløgum.

Fyri árini 2014 til 2017 verður framroknaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni (í ársins prísum) á ávikavist 5,8%, 6,2%, 8,5% og 4,1% Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður fyri somu ár framroknaður til ávikavist 5,1%, 6,3%, 5,9% og 3,9%, sí talvu 1.

(trýst á talvur og mynd so tær gerast størri)

Av samlaða vøkstrinum í bruttotjóðarúrtøkuni í ár á 8,5%, stava 3,0% og 2,3% frá vøkstri í ávikavist húsarhaldsnýtslu og íløgum hjá privata geiranum, t.e. allar aðrar íløgur enn hjá landi og kommunum. Mett verður, at íløgurnar hjá landi og kommunum hava vakstrarískoyti í ár á tilsamans 1,4%, meðan vøksturin í nettoútflutninginum hevur ískoyti á 3,5%. Í 2017 er tað serliga nýtsluvøkstur hjá húsarhaldum (2,5%) og vøkstur í innlendskum privatum íløgum (1,5%), ið bera vøksturin í bruttotjóðarúrtøku á tilsamans 4,1%, meðan lands- og kommunuíløgurnar hava eitt ískoyti á 1,1%. Hetta merkir, at vøksturin árini síðan 2014, sum í stóran mun hevur stavað frá útlendskum eftirspurningi, væntandi í 2017 í størri mun kemur at stava frá innlendskum eftirspurningi.

Verður hugt at framleiðsluni (sí mynd 1) vísir framrokningin m.a., at allir vinnubólkar hava, eins og undanfarnu trý árini, positivt ískoyti til samlaða vøksturin í ár. Fiski- og alivinnan hava seinastu árini átt størsta lutin í lutfalsliga stóra samlaða vøkstrinum, men vakstrarískoyti hasar tó væntandi av í 2017 í mun til undanfarnu trý árini.

Tølini í framrokningini eru at finna í hagtalsgrunninum og nærri lýsing av fortreytum til framrokningina er at finna í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum.

Stutt um framrokningina í Búskaparmyndlinum hesaferð
Metingin verður gjørd við støði í stutttíðar búskaparmyndlinum hjá Hagstovu Føroya fyri tey ár, ið enn ikki eru uppgjørd í tjóðarroknskapinum. Eins og við seinastu meting í mars, so fevnir metingin um árini 2014, 2015, 2016 og 2017. Sostatt er, við støði í nýggjum upplýsingum um m.a. lønir og út- og innflutning av vørum, talan um endurmeting av seinastu framrokning frá mars.

Grundarlagið til framrokningar í búskaparmyndlinum eru ymsar útgávur av tjóðarroknskaparuppgerðum hjá Hagstovuni. Til hesa framrokningina fyriliggur endaligur avstemmaður tjóðarroknskapur til og við 2009, umframt uppgerð av konti fyri framleiðslu og inntøkuskapan, býtt á geirar og vinnugreinar til og við 2013.

Framrokningar fyri árini 2014 til og við 2017 eru grundaðar á fortreytir viðvíkjandi øllum konti í tjóðarroknskapinum, men ávísar konti eru ikki uppgjørdar seinnu árini. Sostatt verður mett um ávísar partar av tjóðarroknskapinum frá 2010, m.a. býtið av uppruna inntøkuni, nýtslu og íløgur fyri ymsu geirarnar í búskapinum. Greiningararbeiðið og metingar fevna sostatt ikki einans um framtíðarútlit, men lagt verður upp fyri ókendum søguligum viðurskiftum eisini.

Hagstova Føroya » 01. september 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.