Ein triðingur meira av makreli

0
534

Úrslitið av makrelkanningunum í juli mánaða er nú almannakunngjørt, eftir at frágreiðingin varð løgd fram í ICES í farnu viku. Úrslitið av kanningunum, sum skip úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noreg gjørdu, er, at stovnurin verður mettur at verða ein triðing størri enn, enn úrslitið av kanningunum í fjør vísti.

Kanningarnar vórðu gjørdar í einum øki upp á tríggjar milliónir ferkilometrar. Úrslitið vísir, at 2010 og 2011 árgangirnir eru stórir við ávikavist 17 og 20 prosentum av stovninum. Kanningarnar vísa eisini, at 2014 árgangurin somuleiðis er góður.  Hann stendur fyri 11 prosentum av stovninum.

Vøksturin í makrelstovninum kann hava samband við at 2014 árgangurin er væl so umboðaður. Møguliga var kanningin í fjør ikki heilt umboðandi, tí kanningin í 2016 líkist meira úrslitunum frá 2013 og 2014.

Makrelur var at síggja í so at siga øllum tí kannaða økinum. Samanborið við kanningarnar í fjør, var meira at siggja norðanfyri og vestanfyri.

kelda: Heimasíðan hjá Felagnum Nótaskip