Nøktandi hálvársúrslit hjá BankNordik

Hálvársroknskapurin hjá BankNordik vísir eitt rakstrarúrslit á 101 mió. kr. Hetta er 4 mió. kr. betri enn sama tíðarskeið í fjør. Bankin væntar nú, at rakstrarársúrslitið áðrenn niðurskrivingar verður eitt sindur betri enn upprunaliga væntað.

BankNordik Amager mynd 24.FO
BankNordik Amager mynd 24.FO

”Fyrra hálvár royndist væl hjá samtakinum, og vit vænta, at rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar fer at liggja um 160-190 mió. kr. fyri alt árið. Avtøkan av danska vinnukundavirkseminum gongur eftir ætlan, og viðvíkjandi søluni av tryggingarfelagnum Vørði vantar nú bert góðkenningin frá íslendsku kappingarmyndugleikum, áðrenn sølan kann fremjast”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Hóast munurin millum inn- og útlánsrentuna gerst alsamt minni, og inntøkurnar frá tænastugjøldum eru nakað lægri samanborið við fyrra hálvár í fjør, so hevur BankNordik lækkað rakstrarútreiðslurnar, eins og færri niðurskrivingar eru á útlánum í tíðarskeiðnum.

Tryggingarvirksemið í Føroyum hilnaðist eisini væl, serliga av tí at lutfalsliga fáir skaðar hava verið. Hálvársúrslitið hjá Trygd áðrenn skatt var 11 mió. kr. samanborið við 1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. ”Vit fegnast um, at vit megna at vísa nøktandi úrslit á øllum økjum, hóast vit seinastu árini hava lækkað renturnar nógv.

Árið hevur higartil verið rættiliga hendingaríkt, og vit hava m.a. sett nógv nýggj fólk í starv í Føroyum og miðsavnað uppgávur her í landinum. Hetta fer at geva okkum ein effektivari rakstur frameftir, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Ársins fyrstu 6 mánaðir førdi BankNordik niðurskrivingar aftur fyri 4 mió. kr. Sostatt megnar bankin at halda fast um og útinna ein skynsaman og skipaðan kredittpolitikk.

Síðst í juni tillagaði BankNordik eisini kapitalbygnaðin við at gjalda aftur hybridan kjarnukapital og ábyrgdarpening, samstundis sum nýggjur ábyrgdarpeningur varð útgivin. Við hesum fer BankNordik at spara uml. 20 mió. kr. í rentuútreiðslum um árið.

Hálvársroknskapurin í stuttum – Rakstrarúrslitið er betrað við 4 mió. kr. upp í 101 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015. – Niðurskrivingarnar eru lækkaðar úr 15 mió. kr. fyrra hálvár 2015 til eina afturføring á 4 mió. kr. fyrra hálvár 2016. – Útlán bankans eru lækkað við 1,3 mia. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015. Hetta er fyrst og fremst ein avleiðing av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum. – Innlán bankans eru økt við 113 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 2015 – Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 254% – Solvensur bankans er 17,1% samanborið við 15,1% fyrra hálvár 2015