Home Heim & Frítíð “Breitt samstarv um sex og samtykki”

“Breitt samstarv um sex og samtykki”

by OML

Undir heitinum, Sex krevur samtykki, fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna. Tað eru Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

Endamálið er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka. Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og um at virða mørkini hjá øðrum. Samstundis mugu foreldur og onnur vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki. Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma. Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.” Við vón um, at tykkara miðil tekur hetta upp. Kærar heilsur, Amnesty International Fólkaheilsuráðið Føroya Politi Almannamálaráðið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.