Home Fólk & SamfelagPolitikkur Uppboðssølurúsur: Hvalurin er mín

Uppboðssølurúsur: Hvalurin er mín

by OML

Hyggja vit nærri, síggja vit at løgmansrøðan er fylt við mótsøgnum. Skal nevna dømir. Løgmaður fegnast um, at alivinnan forvinnur pening og brúkar hann til nýíløgur. Men samstundis boðar løgmaður frá, at allur vinningurin hjá fiskivinnuni skal í landskassan.

– Gott alivinnan vinnur pening, men ringt at fiskivinnan ger tað, segði Jørgen Niclasen.

– Um tað eydnast at súgva alt úr fiskivinnuni, so gongur galið. Tað rokni eg við, at øll her inni vita.

– Gamaní hava partar av fiskivinnuni havt nøkur góð ár, men har gongur skjótt hvønn vegin.

– Í okkara harbaldna lítla landi er stutt millum fjalls og fjøru, stutt millum logn og ódn og stutt millum fong og fiskaloysi.

– Um vinnan ikki sleppur at hava nakað at standa ímóti við og einki at fornýggja seg við, so gongur galið.

Jørgen Niclasen segði, at Landsstýrið minnir ikki sørt um Feðgar á ferð.

– Munurin er nokk bara, at í landsstýrisfeðgunum eru teir tríggir, nevniliga floksleiðarnir.

– Kanska tann triði er Rekamaðurin í Krabburð. Í Feðgum á ferð, eru Feðgarnir í grind og í ovfarakæti eru teir sera spentir upp á uppboðssøluna av grindahvalinum og bjóða til allar hægsta boð, einki óført.

– Feðgarnir kundu nú, sum Rekamaðurin rópa, “hvalurin er mín”. Fongurin stórur og gleðin ikki minni.

– Men sum tíðin gongur, skal rokningin rindast. Nú má lívsgrundarlagið offrast fyri uppboðssølurúsin.

– Feðgarnir mugu til endans tungu gongdina niðan brekkuna við kúnni. Tað mest lívstryggjandi í familjuni mátti seljast.

– Okkara landsstýrisfeðgar dansa nú um gullkálvin og uppboðssølueksperimentið, meðan teir rópa: “Hvalurin er mín.” Men rokningin skal rindast, segði Jørgen Niclasen.​

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.