– Biskupstorg er fantastiskt og spennandi í sær sjálvum, og eftir ætlan fer BankNordik í næstum fer at byrja byggingina av sínari nýggju deild í Norðoyggjum her í miðbýnum, og skjótt fer tann triðja miðbýarbyggingin í gongd, tá ið nýggi Húsarhaldsskúli Føroya, við tilhoyrandi lestraríbúðum, verður bygdur, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tá ið reisigildi var á Biskupstorgi hósdagin.
Hósdagin varð fyrsti bygningurin í nýggja miðbýnum í Klaksvík reistur, og í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu í bygninginum, har eitt nú arbeiðsfólk, býráðslimir, Andras Róin, stjóri í Bústaðir, og onnur umboð fyri Bústaðir vóru við.
Danny and the Veetos undirhildu við góðum sangi og tónleiki, og Gepetto syrgdi fyri sera góðum mati til mongu arbeiðsmenninar og gestirnar.
Byggingin av Biskupstorgi verður framd sum samstarv millum Bústaðir og Klaksvíkar kommunu. Bygningurin fevnir um íalt 30 íbúðir umframt hølir til alment virksemi so sum handlar, matstovur o.s.fr. í veghæddini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomið og segði nøkur orð. Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, og Gunvá við Keldu, býráðslimur, hildu somuleiðis røður.
Meir enn eitt vanligt reisigildi
Jógvan Skorheim byrjaði við at staðfesta, at fyri hann var hetta ein ógvuliga gleðilig og stór løta, at vit henda sólskinsdag her í Klaksvík kunnu halda eitt reisigildi í sjálvum hjartanum av nýggja og spennandi miðbýnum.
– Sostatt er hetta ikki bara eitt vanligt reisigildi, nei hetta er nakað heilt serligt, og tað er av fleiri orsøkum.
– Fyri tað fyrsta er tað støddin og endamálið. Tað er langt ímillum at ein so stórur og umfatandi bygningur verður bygdur til bústaðaendamál her í býnum. Her inni fara ikki færri enn 30 hjún, familjur og einstaklingar at búgva, virka og hava sín dagligdag. Harumframt fara handlar og matstovur at halda til á veghæddini í hesum bygningi.
Nú er nóg nógv teknað
Nú byggja vit miðbýin
– Fyri tað næsta er tað staðsetingin. Hetta er fyrsti bygningur, sum verður bygdur her í miðbýnum í Klaksvík sambært tí nýggju miðbýarætlanini, sum býráðið hevur samtykt, so hetta er veruliga eitt frambrot, tí nú kunnu vit endiliga siga, at vit eru byrjað at byggja sjálvan miðbýin í Klaksvík.
– Alt ov ofta hava vit uppliva, at miðbýarætlanir eru blivnar gjørdar, viðgjørdar og samtyktar av býráðnum. Tað er eitt stórt og gott arbeiði blivið lagt í tað, men tíverri mugu vit staðfesta, at í fleiri áratíggju so er ikki hent tað stóra afturat. Tann fyrsta miðbýarætlanin varð løgd longu afturi í 80’unum, so vit tosa her um eitt 30-40 ár langt tíðarskeið, har góðar og spennandi ætlanir hava verið lagdar, men uttan at gongd er komin á tað, sum hevur størstan týdning, og tað er hetta, sum vit í dag kunnu hátíðarhalda – nevniliga at tað, sum er planlagt av dugnaligum arkitektum og øðrum fakfólkum, verður framt í verki.
– Tí er hendan løtan veruliga søgulig, tí nú – endiliga – er hendan nøtin knekkað. Vit eru farin frá skrivaraborðunum til stóru kránarnar, frá tekningunum til stóru formarnar. Nú verður bygt, og tað er vert at feira.
– Eg havi hug at siga hjartaliga tillukku við okkum øll. Hetta er av sonnum ein gleðisdagur, segði Jógvan Skorheim.
Fleiri miðbýarbyggingar á veg
– Og tað besta av øllum er, at tað steðgar ikki her. Biskupstorg er fantastiskt og spennandi í sær sjálvum, men longu nú vita vit, at BankNordik í næstum fer at byrja byggingina av sínari nýggju deild her í Norðoyggjum – her í miðbýnum – og skjótt fer tann triðja byggingin í gongd, tá ið tann nýggi Húsarhaldsskúli Føroya, við tilhoyrandi lestraríbúðum, verður bygdur.
– Vit eru sum kunnugt í holtur við at byggja nýggja mentanarhúsið í Klaksvík á Posthúsinum, samstundis sum miðbýarætlanin leggur upp til aðrar stórar verkætlanir so sum sjósavn, nýtt kappróðrarneyst og hotell – so vit fara veruliga at fáa ein kraftar- og trivnaðardepil her í hjartanum av Klaksvík við nógvum og fjølbroyttum lívi.
– Beint nú eru vit her í Klaksvíkar kommunu í eini ógvuliga spennandi tíð við nógvum frambrotum og spennandi verkætlanum, sum fara at byggja, dagføra og ríka okkara lokalsamfelag, og tí er ikki so undarligt, at her er menning og nørandi gróður, sum Bernhard Brim so vakurt yrkir í Klaksvíkssanginum.
Ímynda tær lívið í miðbýnum
– Tá ið eg fyri smáum 2 árum síðan hevði tann framíhjárætt at seta fyrsta spakan í hetta arbeiðið, sum vit nú hava reisigildi fyri, loyvdi eg mær at hugleiða eitt sindur um tað spennandi umhvørvi og lív, sum skjótt fer at vera her í miðbýnum – og eg havi hug at endur taka okkurt av tí her í dag:
– Latið okkum spola tíðina eitt sindur fram – ikki so grúuliga nógv, tí nú nærkast miðbýurin av álvara: Tað er leygarmorgun, tónleikur er á torginum, luktur av nýbakaðum bakverki fyllir torgið, meðan tvær konur fara inn at keypa sær skógvar, og børn og ung hugna sær á gøtuni. Onkur situr við einum koppi av kaffi, annar við einari avís, og á ovastu hædd sita hjúnini úti á terassuni og njóta morgunsólina – – hetta er trivnaður.
Nógv at takka fyri
– At enda vil eg bera eina hjartans tøkk til tykkum, sum hesar nógvu vikur og mánaðir so trúfast og íðið hava arbeitt og bygt henda prýðiliga bygning, sum nú er reistur, og av tí at fleiri av tykkum eru útlendingar vil eg bera ein part av hesum fram á enskum máli:
– Finally I will say a big thank you to you all, who have worked and builded this building. Thank you for your hard work for so many weeks and months. You have really done a great job here, not only through the days, but also in the evenings and weekends, and as a result of that you have not only achieved this, but you have also made it according to the timeplan – thank you and good luck in your further work.
– Somuleiðis tøkk til Bústaðir fyri sera gott og konstruktivt samstarv.
– Vit hava eisini nógv at takka fyri, at einki álvarsamt óhapp er hent í hesum stóra og til tíðir vandamikla byggiarbeiði.
– Góðu tit øll – hjartaliga vælkomin á Biskupstorg – hjartaliga vælkomin í nýggja miðbýin í Klaksvík. kelda & myndir: klaksvik.fo – 14-07-2016
Fleiri myndir