Home Tíðindir Lønargjaldingar lagt seg á 2,1 milliard um ársfjórðingin

Lønargjaldingar lagt seg á 2,1 milliard um ársfjórðingin

by OML

Í øðrum ársfjórðingi vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.106 milliónir kr. Hetta er eitt vet lægri enn í fyrsta ársfjórðingi. Frá triðja til fjórða ársfjóðring í 2015 vuksu lønirnar 100 milliónir, og seinastu tríggjar ársfjórðingarnar hava lønirnar staðið í stað við 2,1 milliardir kr.

Langtíðargongdin, trendurin, vísir, at vøksturin var yvir 2% fyri hvønn ársfjórðing í fjør, men er nú tódnaður niður í 0,5%.


Fiski- og alivinnan hava toppað

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst, at tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, hava ein javnan, seigan vøkstur – ikki so stórur mánað fyri mánað, men støðugur. Hinvegin sveiggja fiski- og alivinnan og byggivinnan nógv, og seinastu tíðina hava tey havt trivaligan vøkstur. Fiski- og alivinnan sær tó út til at hava toppað, eins og vøksturin í privatu tænastuvinnunum er minni nú, enn hann hevur verið. Byggivinnan veksur framvegis við nógvari ferð. Byggivinnan er minst av teim fýra høvuðsvinnugreinunum og megnar tí ikki einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur, so um ikki fiski- og alivinnan aftur fær ferð á, so koma vit at uppliva, at lønirnar vaksa við minni ferð komandi tíðina.


7,4% meira útgoldið í lønum higartil í ár

Meðan indexið yvir trend á høvuðsvinnugreinar vísir pulsin, so ber eisini til at samanbera árið higartil við sama tíðarskeið árini frammanundan. Hendan samanbering er við útgoldnum lønum, og er ikki árstíðarjavnað.

Fyrra hálvár vóru lønirnar 4.137 milliónir kr. tað eru 284 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 7,4%.

Tað er trivalig framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men stóri vøksturin í ár er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni vóru lønirnar fyrra hálvár 854 milliónir, 87 fleiri enn í fjør. Meginparturin av vøkstrinum stavar frá, at hýrurnar í vár vóru væl betri enn í fjør.

Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd. Higartil í ár eru 10,1% meira útgoldið.

Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og almennu hava eina framgongd millum 4,4% og 5,8%. Tænastuvinnurnar hava eina væl róligari gongd enn framleiðsluvinnurnar, og broytingarnar frá ár til ár eru javnari.


Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at lønirnar í nógvum vinnugreinum eru væl størri fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør. Tað er tó í fiskiskapinum, at størsta framgongdin er, bæði í prosentum og krónum. Fyrra hálvár í ár vóru lønirnar í fiskiskapi 496 milliónir, 70 fleiri enn í fjør. Vøksturin er 16,6%. Tað er eisini stór framgongd í vinnuligum tænastum (tað er m.a. sakførarar, grannskoðarar, kunningartøknilig tænasta o.o. ráðgeving o.l.) Fyrra hálvár vóru lønirnar í vinnuligum tænastum 164 milliónir, 22 fleiri enn fyrra hálvár í fjør. Framgongdin er 15,6%.

Flestu vinnugreinar hava eina framgongd higartil í ár, sum er yvir 7%, men nakrar hava meira hóvligan vøkstur, eitt nú handil og umvæling og undirvísing. Í heilsu- og almannaverki er minni útgoldið, men ein partur av orsøkini er, at kommunurnar hava yvirtikið virksemið. Ráevnisvinnan hevur eina afturgongd á nærum 14% og er einasta vinnugrein, har tað beinleiðis er afturgongd.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.