Home TíðindirÚtland Ófatiligur óndskapur

Ófatiligur óndskapur

by OML

Yvirgangsatsóknin í franska býnum Nice er ófatiligur óndskapur. Eg eri tungur í huga, nú Frakland aftur er rakt av skelkandi yvirgangsatsókn.

Aftur hesaferð eru fullkomiliga verjuleys fólk offur fyri yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa.

Yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.

Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

Eg fari vegna Føroya fólk at senda François Hollande, forseta Fraklands, samkensluskriv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.