Nýggj hvalbiarfarleið boðin út til prosjekteringar

Kelda:lv.fo

0
459

Fríggjadagin í farnu viku varð prosjekteringin av eini nýggjari hvalbiarfarleið boðin út. Tunnilin, sum verður um 2.050 metrar til longdar, verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba. Somuleiðis skulu tilsamans 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegum gerast, har talan bæði verður um at gera nýggjar vegir, eins og at dagføra verandi vegir, sum verða partar av verkætlanini.

Íbúgvar í norðastu bygdunum í Suðuroy kunnu umsíðir gleða seg til at fáa eina nýggja og nýmótans farleið um ikki so langa tíð.

Fríggjadagin var boðið út í innbodnari lisitatión í sambandi við prosjektering av eini verkætlan, sum fevnir um ein nýggjan tunnil við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar. Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina tíðarhóskandi farleið til Hvalbiar og norðurpartin av Suðuroynni.

Verkætlanin er samstundis ein partur av suðurleiðini og ætlanini hjá landinum um at binda suðurøkið í Føroyum saman við miðstaðarøkið.

Tunnilin verður umleið 2.050 metrar til longdar úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba. Í Trongisvági skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inn til Trongisvágs. Her er ætlanin at fylgja verandi vegi mest møguliga, men ætlanin er eisini at dagføra og lyfta verandi veg til dagsins støði.

Trongisvágsmegin verður talan um 2,4 kilometrar av tilkoyringarvegi, og hvalbiarmegin skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inni í dalinum til vegamótið, har vegurin í dag gongur út í Nes. Hesin tilkoyringarvegur verður umleið 3,2 kilometrar til longdar.

Verkætlanin um nýggja hvalbiarfarleið skal vera klár at bjóða út til arbeiðstøku í fyrru helvt av 2017.


Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, kunnar seg um nýggju hvalbiarfarleiðina undir eini vitjan har suðuri í februar saman við pørtum av leiðsluni á Landsverki, Samferðslumálaráðnum og umboðum fyri Hvalbiar kommunu


Umleið miðskeiðis á hesi myndini sæst staðið, har tunnilsmunnin trongisvágsmegin verður staðsettur