Álit viðv. klagu um, at løgmaður ikki vildi gera samrøðu til sjónvarpssending

Kelda:lum.fo

0
616

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at táverandi løgmaður sýtti fyri at gera samrøðu við ein navngivnan journalist í Kringvarpi Føroya til eina sjónvarpssending um fiskivinnu.

Táverandi løgmaður sýtti fyri at gera samrøðu, tí hann hevði ikki álit á journalistinum. Umboðsmaðurin vísti á, at vantandi álit kann vera ein saklig orsøk, um talan er um illoyalan journalistikk. Umboðsmaðurin helt tað tó ikki vera sakligt, um orsøkin var, at journalisturin var kritiskur í mun til rikna politikkin.  Av tí, at grundgevingin hjá táverandi løgmanni ikki var nærri útgreinað og hesin ikki longur sat í embætinum, hevði umboðsmaðurin ikki møguleika at gera meira við ítøkiliga málið. (LUM 15/00003)

Álitið kann lesast herReadSpeaker