Home Tíðindir Gongur sera væl fíggjarliga hjá Eysturkommunu avlop á 22,7 mió. kr.

Gongur sera væl fíggjarliga hjá Eysturkommunu avlop á 22,7 mió. kr.

by OML

Samlaðu inntøkurnar vóru 104,3 mió. kr. harav 16,1 mió. kr. er frá eftirlønargjøldum og frá borgarum sum virka undir t.d FAS, DIS  og NIS-skipanum. Hetta var avtala millum land og kommunur í sambandi við útleggingina av eldraøkinum til kommununar.

Roknskapurin fyri 2015 hjá Eysturkommunu var viðgjørdur og góðkendur á býráðsfundi í gjár. Úrslitið (RLÚ) fyri Eysturkommunu, var eitt avlop á 22,7 mió. kr.

Samlaðu inntøkurnar fyri kommununa gjørdust 17,7 mió. kr. hægri enn mett. Inntøkurnar frá persónskatti vóru 77,6 mió. kr. sum er nógv tað hægsta nakrantíð hjá Eysturkommunu.

Rakstrarútreiðslurnar í 2015 vóru 75 mió. kr. sum er 800 t.kr lægri enn mett. Rakstrarútreiðslurnar er hækkaðar nógv í mun til 2014 og kemst hetta av at kommununar yvirtóku eldraøkið tann 1. Januar 2015. Rakstrarútreiðslurnar av eldraøkinum vóru góðar 16 mió. kr. sum er ein øking frá 2014 uppá 15,4 mió. kr. hinar rakstrarútreiðslurnar eru áleið tær somu sum í 2014.

Eysturkommuna gjørdi íløgur fyri íalt 20,5 mió. kr. Størstu íløgurnar, íalt 10 mió. kr eru á tekniska økinum. 2,7 mió. kr eru brúktar uppá nýggja býráðshúsið og 2,6 mió. kr er brúkt uppá skúlar og økini rundarum skúlanar.

Nettoskuldin hjá Eysturkommunu var við árslok 2015 6,6 mió. kr. sum er áleið 7% av eini álíkning. Hetta er eisini nógv tann lægsta nettoskuldin hjá Eysturkommunu nakrantíð. Eftir ætlan so verða nógvar íløgur gjørdar í ár hjá Eysturkommunu, har íløgan í nýggja býráðshúsið er tann størsta, og mett verður at nettoskuldin við árslok 2016 verður áleið 30 mió. kr. sum svara til uml. 30 % av einari álíkning.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.