15.5 C
Munich
tirsdag, september 21, 2021

BankNordik útgevur nýggj lánsbrøv fyri 225 mió. kr.

Must read

Ábyrgdarpeningurin verður útgivin í 10-ára lánsbrøvum við eini rentu á 5,08% um árið. Tó hevur bankin møguleika at gjalda lánið aftur eftir 5 árum. Lánsbrøvini verða útgivin tann 24. juni 2016.

ÁrniEllefsen2015-BankNordik”Vit eru væl nøgd við tann stóra áhuga, sum íleggjarar hava víst lánsbrøvunum. Rentan á nýggju lánsbrøvunum endurspeglar verandi marknaðartreytir, og tillagingin í kapitalbygnaðinum er í samsvari við komandi lógarkrøv og kapitalmál bankans. Harumframt fara broytingarnar at hava eina positiva nettoávirkan á rentuútreiðslurnar, sum væntandi fara at lækka við umleið 20 mió. kr. um árið,“ sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Í tilgongdini hevur BankNordik havt samskifti við bæði føroyskar og útlendskar íleggjarar, og bankin gleðist serliga um tann áhuga, sum føroyskir íleggjarar hava víst við at tekna ein týðandi part av lánsbrøvunum.

Kapitalgrundarlag bankans er styrkt munandi seinnu árini, og tí verður ikki mett neyðugt at tekna eina upphædd áljóðandi verandi útistandandi. Harumframt er rentustøðið lægri í dag samanborið við 2011, tá ið verandi hybridi kjarnukapitalur og ábyrgdarpeningur varð útgivin. Samanumtikið merkir hetta, at solvensurin – soleiðis sum hann er uppgjørdur 31. mars 2016 – lækkar úr 17,2% niður í 15,8%, meðan rentuútreiðslurnar lækka við umleið 20 mió. kr. um árið.

Les meira í børsfráboðanini.

Tíðindaskriv 23. mai 2016

 

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.