Home Fólk & Samfelag KVF ilt við at rætta faktuellar skeivleikar

KVF ilt við at rætta faktuellar skeivleikar

by OML

Í fyrru sendingini “Stríðið um tey 10 prosentini” varð ført fram, at eitt privat felag átti Norðhavnina. Eftir at hava gjørt KVF vart við hesar grundleggjandi skeivleikar, varð ein skrivlig presisering løgd á kvf.fo, undir leinkjuna til sjálva sendingina. Hóast tað er gott at hetta varð gjørt, meti eg avgjørt ikki, at hetta er eitt nóg sjónligt stað at rætta hesar grundleggjandi skeivleikar. Hevði væntað, at rættingin fór at verða framd í seinnu sendingini, ella í hvussu er í sama miðli, sum skeivleikarnir av fyrstan tíð vórðu frambornir. Tí hesar reglur

Sendingin varð send í sjónvarpinum 14. mars, og tá varð sagt í tveimum umførum, at eitt felag hjá P/F Palla hjá Mariannu átti Norðhavnina.

Í ca 9. min. sigur fjølmiðlamaðurin… Rasmussen familjan, sum eigur Palla hjá Mariannu, sum eitt nú eigur Norðhavnina her í Ánunum…

Í ca 23. min. verður sagt… Palli hjá Mariannu eigur frystigoymsluna og djúphavnina í Ánunum.

Hesar útsagnir eru faktuelt skeivar. Á kortal.fo sæst, at Norðhavnin er ogn hjá Klaksvíkar Kommunu. Norðhavnin hevur ein kaikant sum er 317 metrar, sum er útbygdur ígjøgnum nógv ár. Samlaðu íløgurnar eru 113 mió. kr. og samlaða fermetratalið av allari djúphavnini eru fleiri túsund fermetrar.

Tann rætta myndin
Tá ið kommunan í 2007 skuldi leingja kaikantin við 117 metrum, bar ikki til at fáa fígging til tær 23 mió. kr., av tí at kommunan var yvir álíkningina í skuld. Avtalað var tí gjørd ímillum kommununa og felagið Sp/f 27. Juni 2007 um fígging og gerð av kaikanti 117 x 30 metrar. Við lántøku og egnari fígging, bygdi felagið kaikant framvið leigulendi frá kommununi, kaikant sum kommunan betalir góðar 2 mió. kr. um árið fyri. Allur ræðisrætturin yvir økinum liggur hjá kommununi. Avtalan kom í gildi við avhending í 2009 og er galdandi í 20 ár, um ikki annað verður avtalað.

So rættingin er, at Klaksvíkar Kommuna eigur Norðhavnina, og at P/F Palli hjá Mariannu eigur frystigoymsluna saman við øðrum aktøri, ið stendur á leigulendi frá kommununi. Teir hava bygt og fíggjað 117 x 30 metrar kaikant, ið kommunan sambært avtalu hevur goldið niður síðani 2009. Hetta lán, uppá 23 mió. kr., er innroknað í roknskapin hjá Klaksvíkar Kommunu, eins og onnur lán kommununnar.

Tá ið ført verður fram í sendingini, at eitt privat felag eigur Norðhavnina, ella sum hon eisini verður kallað í sendingini, djúphavnin í Ánunum, so er hetta beinleiðis ósatt og tí rong tíðindi.

Eftir at hava gjørt vart við skeivleikarnar, er ein skrivlig “presisering” løgd á leinkjuna á heimasíðuni, har sendingin kann síggjast. Grundin til hesar reglur er, at eg meti ikki at rættingin nær út til allar teir hyggjarar og lurtarar, sum sendingin, har skeivleikarnir av fyrstan tíð komu fyri. Rættast hevði verið, at skeivleikarnir vórðu rættaðir í sama miðli sum teir vórðu frambornir.

Tað er ógvuliga umráðandi, at hyggjarar og lurtarar fáa røttu myndina av ognarviðurskiftunum í Norðhavnini. Tað eru skattaborgararnir í Klaksvík, og ikki eitt privat felag, sum hava goldið íløguna í Norðhavnina ígjøgnum øll hesi árini. Tað er ikki minni umráðandi, at tílíkir grundleggjandi upplýsingar eru faktuelt rættar.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur og limur í KVF-stýrinum

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.