Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hitt grønlendska fiskimálaráðharran

0
476

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hitti í gjár grønlendska fiskimálaráðharran Karl-Kristian Kruse. Á fundinum umrøddu teir báðir millum annað tvíliðaðu fiskiveiðisemjuna millum Føroyar og Grønland, eins og menningarmøguleikar og fiskivinnusamstarv landanna millum.

Føroyar og Grønland hava síðan 1997 havt eina tvíliðaða fiskiveiðisemju, sum hevur havt við sær, at londini bæði kunnu býta um kvotur og sostatt betra um vinnumøguleikarnir í báðum londunum.

Í 2016 hava føroysk skip atgongd at fiska meira tosk og brosmu í Eysturgrønlandi samanborið við 2015 og hava føroysk skip eisini fingið atgongd at fiska krabba í Eysturgrønlandi í 2016. Grønlendsk skip hava í 2016 fingið atgongd at fiska meira svartkjaft og norðhavssild í føroyskum sjógvi samanborið við 2015.

Føroyski fiskimálaráðharrin og grønlendski starvsbróðurin eru samdir um, at víðkaða fiskiveiðisemjan fyri 2016 millum Føroyar og Grønland, eins og tílík kvotabýti eru bæði Føroyum og Grønlandi at frama og eru teir somuleiðis samdir um at menna samstarvið landanna millum.