Fátækar familju fáa nú fíggjarligan styrk

0
447

Familjur, sum eru fíggjarliga sperdar og hava søkt Almannaverkið um familjuískoyti, fáa tað nú útgoldið. Higartil eru 81 umsóknir avgreiddar, og roknað verður við, at allar umsóknirnar verða avgreiddar innan 14 dagar. Frá síðst í hesum mánaðinum verður útgjaldið goldið regluliga.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fegnast um, at familjuískoytið nú verður útgoldið:

“Fíggjarlig hjálp er ongantíð øll loysnin, men tað tekur tíð at loysa teir avbjóðingar, sum hesar familjur hava. Tað er neyðugt við fleiri samansettum átøkum at fyribyrgja at familjur gerast fátækar. Eitt nú hevur tað týdning, at vit hava ein góðan útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarpolitikk, soleiðis at fólk fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, og kunnu fáa eitt sjálvstøðugt lív, har tey megna at forsyrgja sær og sínum. Hesum arbeiðir landsstýrið við.”

Familjuískoytið er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur familjum við børnum, har inntøkurnar eru lágar.

Familjuískoytið er sett soleiðis saman, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barnið, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoytið 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barnið, sum er afturat.

Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava húskisinntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst, so hvørt sum inntøkan hækkar, og er familjuískoytið heilt burtur, tá samlaða húskisinntøkan er umleið 275.000 kr. hjá støkum og umleið 295.000 kr. hjá teimum, ið ikki eru støk. Familjuískoytið er skattafrítt.

Tað eru familjur við lágum inntøkum sum kunnu søkja um familjuískoyti, og endamálið við ískoytinum er at bøta um ringastu avleiðingarnar av at hava eina lága inntøku.

Upplýsingar um, hvussu tú kanst søkja eru at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo.