Home Tíðindir Maðurin, ið bleiv funnin druknaður sunnanfyri Føroyar í gjár er nú eyðmerktur

Maðurin, ið bleiv funnin druknaður sunnanfyri Føroyar í gjár er nú eyðmerktur

by OML

Druknaði maðurin, ið Brimil fann 76 fjóðringar sunnanfyri Akraberg í gjár kl. 13:00, er nú eyðmerktur.

Líkskoðan hevur verið seinnapartin í dag og har bleiv staðfest, at talan var um ein 61 ára gamal russara, ið leitað hevur verið eftir síðandi mánakvøldið tann 18. apríl 2016 kl. 17:00.

Russarin var við russiska trolaranum Lazumyy.

Tey avvarðandi eru kunnaði.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.