Vitni saknast framvegis til harðskapsmál

Við góðari hjálp frá borgarum, er eyðnast løgregluni at finna gerningsmannin, sum partvíst hevur játta seg sekan.

Løgreglan saknar framvegis vitni tí tað framvegis eru nakrir ósvarðaðir spurningar ið løgreglan ynskir lýstar. Tíðindaskrivið hjá Løgregluni kann lesast her:

Færøernes Politi logotypeLøgreglan saknar framvegis vitni, ið kunnu hava sað okkurt seinasta sunnumorgun (17-04-16 uml. kl. 03:50) millum Klubbagarðin og Tinghúsvegin í Havn, tá nakrir manns fóru til hendurs.

Okkurt vitni hevur givið seg til kennar, men framvegis eru nakrir ósvarðaðir spurningar ið løgreglan ynskir lýstar. Við góðari hjálp frá borgarum, er eyðnast løgregluni at finna gerningsmannin, sum hevur partvíst játta seg sekan.

Samband fæst við løgregluna á telefon 35 14 48 

vaktleiðarin

Tilvildarlig savnsmyndf 24.fo