Leita verður eftir russiskum sjómanni

0
682

Fleiri skip taka lut í leitingini og tyrlan hevur eisini verið við í leitingini.

Maðurin er saknaður umborð á einum russiskum trolara, maðurin var saknaður kl. 14 í dag. Við í leitingini eru Jupiter, Norðborg, Næraberg og onnur skip eru eisini á leiðin og taka lut í leitingini. Tyrlan hevur verið við í leitingini men er farin aftur til lands, tað er tung alda í sjónum og leitingin er steðga nú tað er myrkt veit MRCC at siga.

Hetta skrivar MRCC – Vørn

Russari, staddur suðuri móti markinum, misti ein mann.
Um 1730 tíðina fekk MRCC Tórshavn boð ígjøgnum Norðborg, at russarin Lazurnyy hevði mist ein mann. Lazurnyy var tá staddur suður móti markinum. Nakað seinni fekk MRCC Tórshavn samband við Lazurnyy, sum upplýsti, at teir høvdu leitað umborð, men funnu ikki mannin.
Norðborg og onnur skip á leiðini byrjaðu at leita. Líkindini vóru vánalig, einar 20 m/s og aldan góðar 7 metrar, men sýnið var hampuligt. Norðborg samskipaði leitingina og sendi Mayday Relay á VHF-inum fyri Tórshavnradio.
Tyrlan var boðsend og kom á staðið 1855 og leitaði saman við skipunum. Brimil varð eisini boðsendur, og setti kósina suðureftir. Men hann náddi ikki at koma á staðið, meðan tað enn var ljóst.
Skipini, sum leitaðu vóru Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Lazurynyy og Næraberg.
Hóast skipini og tyrlan gjørdu eitt megnar arbeiðið við at leita eftir mista manninum í hesum líkindum, varð einki funnið. Leitað var til tað bleiv myrkt.